Finnleif Guttesen
Tvøroyri
___________
At býráðslimir á Tvøroyri yvirhøvur hava haft ætlan um, at kommunan skal gjalda fyri persónlig klæðir hjá teimum, er at halda skattaborgaran á Tvøroyri fyri tað turra spott og ein stór skomm.
Veljarin kemur at ivast í, um býráðslimirnir hava latið seg valt í býráði fyri pengarnar skyld, ella fyri at fáa nakað av skafti vegna allar borgararnar í kommununi.
Býráðslimirnir fáa fundarpening, millum 50.000 og 100.000 um árið. Væl at merkja, um goldið verður eftir reglunum. Býráðsformaðurin fær umleið 500.000 krónur um ári í løn.
Harumframt verða skeið, uppihald, reisur og annað, ið hevur við kommunalt arbeiði at gera, goldið av kommununi. So har skuldi eingin vandi verði á ferð, fyri fallitti, sjálvt um býráðslimir sjálvir gjalda fyri síni klæðir.
Hvat verður tað næsta kommunan skal keypa til sínar býráðslimir, kanska seyð ella jørð?.
Livst so spyrst.