Skommin í B36!

   

Eg má siga, at skelkurin í morgum tá boðini bórust, um Jákup á Borg var farin norðum, hevði ikki veri størri, um so triði heimsbardagi var byrjaður. Dánilsið var um at gerast til coma, men eg megnaði tó, at redda tí við at leggja meg aftur eina løtu. Tá eg var komin so mikið fyri meg aftur, at beinini kláraðu at halda mær, fór eg í telefonina at fregnast um hettar veruliga var so. Og jú, so pínaknút var fønix vendur aftur til øskuna.
Hvat ið er hent og ikki, hetta er tykkara ábyrgd eina!!!
Eg má spyrja, tykkum í nevndini, sum eg forrestin í fyrstu atløgu gevi alla ábyrgdina, um hvussu tit hava borið tykkum at, síðan tit hava megna, at lata okkara "kanska týdningarmesta spælara" gleppa okkum av hondum. Fyri mín part, kann eg siga, makan til kleyvarskap, skal man leita leingi eftur. Hugsa sær, at tað fíggjarliga sterkasta felagið í landinum, skal bíta seg sjálvt so fast í halan, er einki minni enn stór skomm. Kanska er gumpurin, ið situr á pengakassanum, nú vorðin so tungur, at hann má flytast við krana. Trupulleikin kann tó gerast, hvaðani peningurin fyri leiguna av krananum skal koma. Kanska kunnu tit fáa gentur og dreingir í yngru deildunum, at selja nakrar lutaseðlar, til frama fyri "gumpflyting" í nevnd felagsins.

Ársins Neyðrakett!
Eitt er púra vist, mann kann ikki vera nøgdur við eina nevnd, ið arbeiðir eftir reyv, og eftir mínari metan beinleiðis ímóti áhugamálum felagsins. Málið má vera, at gera alt fyri at vera best, og ikki øvugt.
Í Grein á internet-sosialinum 6. nov, við heitinum "Ein katastrofa hjá B36" var at lesa, hvat formaðurin í B36, Kristian á Neystabø, hevði at siga til, at Jákup nú hevði gjørt sáttmála við grannarnar úr HB. Ikki kann sigast annað enn at hann tóktist sær fámæltur, tað er sum vera man til at skilja. Tó vóru tað tvey ting, sum eg beit merki í, hann segði: "Sjálvandi kemur maður í mans stað". Eftir mínum tykki er hettar tað sama sum at siga, at tað ongan týdning hevur fyri B36, at Jákup er farin. Heilt erligt, hvat er tað fyri ein maður í skal koma í hansara stað? Tað trúgvi eg ikki, at eg eri einsamallur um at vilja vita. Hann segði víðari: "Sum eg skilji tað, so hevur hann fingið eitt sera gott tilboð frá HB". Makan til oyravatn, hoyrir man ikki ofta. Kristian! Hví kom tað "góða" tilboðið ikki frá B36?
Nei tit, ikki vánaliga umberingar, tað kunnu vit ikki brúka til naka sum helst.
Eg vil tí við hesum skjóta upp, at øll nevndin í B36 sum hon er, verður "nominera" til ársins neyðraket, tit hava sanniliga uppiborið tað! ..... SKOMM tit, stór skom.

PS: Tillukku HB, góða eydnu Jákup. B36! Ja ... tit um tað!!