Marjun Nielsen
Brimil má fáa navnabroyting til Føroya skomm. Endiliga vóru vit komin so langt, at vit fáa eitt skip, sum vit sjálvi hava latið byggja og so endaði tað í lønarstríð. Eg veit so ikki hvat hesir yvirmenn hava í løn, um teir so eru fjúrtan dagar umborð hvønn mánað, so hava teir eitt stórt ansvar. Tað krevur sín mann.
Tað undarliga er, at tað mangla ikki pengar, tá fólk skal setast í starv á landi. Akkurát nú kunngerð løgmaður hvat lønin skal vera hjá borg-meistarum og kommunustýrislimum. Vit sóu eisini, hvussu Finnbogi setti lønirnar hjá teimum sjálvum upp í topp, kunna summi siga, so skuldi eingin hava eyka arbeiði. Tað bleiv eitt rama skríggj, tí hesir góðu menn kundu saktans klára tvey størv.
Umsitingin í okkara landi er so stór, at vit øtast. Rætt skal vera rætt, tað er komið nakað av skafti hesa tingsetu, vit fáa tvey onnur spildurnýggj strandaskip og tað er at gleðast um.
Ftil samráðingarborðið, Brimil hevur til uppgávu at verja okkara dýrastu ogn og at hjálpa neyðstøddum sjómonnum. Latið yvirmenninar fáa ta løn, sum er hóskandi fyri eitt so týdningarmikið starv.










