Skomm Sambandsfloksins

   

Hans J. Petersen
???????????????

Slíkan hevndarhug, jonkasligheit og illoyalitet móti sínum floksfelaga og landsstýrismanni, skal ein leita leingi eftir
Tað er einki annað enn stór skomm, at sambandsmenn og kvinnur í Suðurstreymoy, Eysturoy og Klaksvík í berum illsinni og á besta jantelógarhátt, vóru teir sum undirgróvu trúvirði landsstýrismansins og harvið, við hjálp frá Jóanes Eidesgaard, avhøvdaðu sín egna landsstýrismann tann 23. februar.
Tit eru stór skomm fyri flokkin og eru als ikki nøkur góð fyridømi fyri hvussu ein skal vera, fyri at vera politiskt korrektur í sambandseygum. Eingin av tykkum røkkur sambandstingmanninum úr suðri til kníggja.
Allar tær svínsku illgitingar, niðurgerð og beinleiðis ósannindir sum tykkara tabloidpressa gamla Dimma, saman við Fregnum smíðaðu saman vóru á siðiligan hátt afturvístar, men tit hava gjørt tykkum og flokkinum fyri skommum, skamm fái tykkum og »óheftu politisku« Dimmu fyri tað.
Tað var munur á at síggja, hvussu væl fólkafloksmenn vardu sín mann tá álopini frá pressuni leikaðu harðast á, meðan tit ístaðin søgdu sum fariseararnir á sinni »krossfest, krossfest«, og tit fingu eisini landsstýrismannin krossfestan. Líti á míni orð, handan skarnsgerðin kemur tykkum aftur um brekku í gráum kálvsskinnið.
Johan Dahl hevur ikki á nakran hátt forbrotið seg, men hevur verið við í vinnulívinum bæði her heima og útlondum frá heilt ungum árum og roynt at bygt brýr, tað er meir enn kann sigast um tykkum, sum stungu hann so dyggiliga í ryggin.
Johan Dahl var uttan nakran iva nógv best egnaði landsstýrismaðurin til fiskivinnumál, sum er í hasi samgonguni, við síni stóru altjóða vitan um fiskivinnu og sínum altjóða netverki.
Úrslit av hansara effektiviteti sást eisini eftir hansara einans 20 døgum í stýrinum sama dag sum hann fór frá, tí ikki nakar ivi er millum manna um, hvør setti tær framdu broytingarnar, ella sokallaðu umrokeringarnar í leiðsluni í fiskimálastýrinum út í kortið.
Sannleikin um, hvat einkjan og dótturin hava goldið sjálvar, kemur einferð fyri ein dag.
Ein harmilig gerð, ein skomm fyri politisku skipanina og ein skomm fyri rættarsamfelagið Føroyar.