Guernsey: Rættiligt rok var í fótbóltsdystinnum millum Rhodos og Jersey týskvøldið. Dysturin var avgerandi fyri, hvat av liðunum kom í hálvfinaluna, og tí løgdu leikararnir á liðunum báðum nógv fyri.
Hjá Rhodos var talan frá fyrsta bríksli um sera hart spæl, sum ætlaðu teir at trumla mótstøðuna niður. Sagt verður, at grov fríspørk vóru á skránni frá fyrsta bríksli, og heilt skjótt hevði dómarin í dystinum fingið nokk.
Slíkar gerðir fáa nevnliga avleiðingar á einum fótbóltsvølli, og so hvørt sum minuttirnir gingu, fækkaðist talið av leikarum á vøllinum. Endin varð, at dómarin miðskeiðis í seinna hálvleiki hevði rikið fimm leikarar av Rhodos ? umframt venjaran ? av vøllinum, og at ein heimamaður eisini hevði sæð reytt.
Suðurlendska blóðið hjá grikkunum kom tá í kók, og uttan at himprast tveittu teir troyggjurnar av sær og fóru av vøllinum.
Støðan var tá 2-1 til Guernsey, og tað er avgjørt, at hetta úrslitið stendur við. Hvat meira fer at henda í málinum, er enn ógreitt, men Oyggjaleikanevndin skuldi á fundi mikudagin taka støðu til, um skammiligi atburðurin skal fáa avleiðingar fyri Rhodos. Roknað verður tó ikki við, at hetta fer at ávirka valið av Rhodos sum verti fyri 2007, men møguliga kann talan gerast um revsing til fótbóltsliðið.










