Tað er fleiri føroyingar, sum leggjast aftur við magatrupulleikum, sum leyst lív ella spíggju, á hvørjum ári. Heilufrøðiliga Starvsstovan sigur, at ein orsøk er møguliga, at frukt og grønmeti, serliga úr londum uttan fyri Danmark, eru fongd við bacterium ella virus.
Tí heitir Heilufrøðiliga Starvsstovan á, at vit skulu eta ov mikið av frukt, men skola tað væl áðrenn.
Frukt og grønmeti eru dálkað, tí serliga í teimum eksotisku londunum kann vatnið, sum tey vatna og skola fruktirnar og grønmetið við, verða dálka við leivdum av skarni frá djórum og fólki. Bakteriurnar kunnu eisini stave frá vánaligum reinføri hjá teimum, sum heysta fruktirnar og grønmetið.
- Skolið fruktirnar, salatið, spírarnar, kryddarurtirnar og annað grønmetið væl, áðrenn tað verður etið rátt. Gevið eisini baby-mais og sukurertrar eitt lítið uppkók, áðrenn tit eta, heitir Heilsufrøðiliga Starvstovan á.
Baby-mais og sukurertrar er matur, sum vanliga verður kókaður ella stoktur í teimum londunum, sum maturin kemur frá. Tað setur størri krøv til vøruna, tá baby-mais og sukurertrar verður nýtt sum ?snack? ella í salat.