Skoldaði seg av havaslangu

Ber tað til at skolda seg av vatni úr einari annars “kaldari” urtagarðsslangu? Stutta svarið er, at tað ber væl til.

Ber tað til at skolda seg av vatni úr einari “kaldari” urtagarðsslangu? Stutta svarið er, at tað ber væl til, tá sólin skínur, og tað er nógvur hiti. Hetta upplivdi amerikanska mamman, Dominique Woodger, sum býr í Phoenix í Arizona.

 

Tá mamman og lítli sonur hennara skuldu fara at fylla vatn í lítla svimjihylin við annars køldu urtagarðsslanguni, sproytaði Dominique Woodger til stuttleikar nakrar slettir av vatni eftir soninum.

 

Men, hetta skuldi hon ikki havt gjørt, tí tað, sum hendi, var, at stakkals drongurin skoldaði seg illa um heili 30 prosent av kroppinum. Hendingin fór fram í 2016, men verður nú brúkt í einum átaki í Amerika at fáa fólk, sum spæla við vatn úr eini urtagarðsslangu í brennandi sól, at hugsa seg um.

 

Tað er Mirror, sum ber hesi tíðindi úr Amerika.

 

Dominique Woodger sigur tað vera ræðuligt, at hetta gjørdist veruleiki. Húðin loysnaði av soni hennara, og drongurin hevði bløðrur um alla høgru síðu. Hon sigur, at tað var ikki í hennara huga, at vatnið úr annars køldu urtagarðsslanguni kundi brenna barnið.

 

Nú ávarðar mamman eitt nú brandliðið í Las Vegas ímóti at venda urtagarðsslanguni móti menniskjum og dýrum, tá skrúvað verður frá vatninum. Brandliðið mælir eisini til at lata slanguna renna og bíða í einar tveir minuttir, áðrenn vatn verður sproytað á ein sjálvan ella onnur.

 

Sambært Mirror kann vatnið í einari urtagarðsslangu gerast upp móti 70 hitastigum, um slangan liggur í sólini, og luftin er 37 hitastig. Longu, tá hitin í luftini fer um tey 30 stigini, skalt tú sambært blaðnum vera varin, tá skrúvað verður frá urtagarðsslanguni.