Skola løgtingsvalið niður við góðum tónleiki

Og tónleikinum syrgja Elinborg og Rökkvi fyri

Eftir eina viku við løgtingsvali, og landsliðsfótbólti í kvøld, halda tey í tónleikasamtakinum, Grót, at vit hava brúk fyri eini góðari og hugnaligari løtu við góðum tónleiki. 

 

Tí verður konert í Tøting leygarkvøldið, har Elinborg Pálsdóttir og Rökkvi, spæla.

Hetta verður samstundis útgávukonsert hjá ungu Elinborg Pálsdóttir, sum einans 18 ára gomul, longu gevur sína fyrstu fløgu út við fýra sangum á. Hon ber heitið, Spor.

 

Rökkvi er tónleikanavnið, fuglfirðingurin, Rógvi á Lakjuni, hevur fingið sær. Rökkvi er ein lutfalsliga nýggj tónleikaverkætlan. Hann var við í tónleikakappingini, Sement, í vár, umframt at bólkurin eisini spældi ymsastaðni í summar, eitt nú á ársins Summarfestivali og Við Múrin.


Skulu vit seta bólkin í bás, kann tónleikurin lýsast sum elektroniskur popp-rokkur. Lagið "Where Is The Sun", hevur verið nógv spælt á føroyskum útvarpsrásum, og tað verður óivað eisini at hoyra í Tøting leygarkvøldið.