Í komandi viku kemur nýggi landsliðsvenjarin, Henrik Larsen, á sína fyrstu arbeiðsferð til Føroya. Frá Fótbóltssambandinum sigur hann seg hava fingið at vita, at tað hevur verið funnist at honum, at hann ikki hevur víst seg í Føroyum, og at hann er komin upp á tvørs hjá fleiri, áðrenn hann fyrstu ferð hevur víst seg í Føroyum, síðani hann var her og undirskrivaði sáttmálan.
Tað sigur venjarin seg harmast um, og hann vónar, at skoðsmálið verður betri, tá hann fer úr aftur Føroyum.
Henrik Larsen heldur ikki at atfinningarnar hava verið rímuligar, og hann hevur framvegis avgjørdar áskoðanir:
? Eg ætli framvegis at liðið skal fáa sjey stig. Eg ætli framvegis, at liðið skal spæla 4?4?2, og eg rokni við, at tað verður neyðugt at gera útskiftingar á liðnum, er tað, sum venjarin hevur at siga.
Tað tykist vera eitt sindur betri grundarlag hjá Henrik Larsen at úttala seg um landsliðið, enn tað var, tá hann úttalaði seg fyrstu ferð. Nú sigur hann seg hava tosað við gamla venjaran, Allan Simonsen, og við hjálparvenjaran, Jógvan Martin Olsen.
? Tá tú kemur sum nýggjur venjari til eitt felag ella í hesum førinum til føroyska landsliðið, so er neyðugt, at tú hevur áskoðanir og ætlanir. Tað ræður støðugt um at menna liðið og at arbeiða við møguleikunum, sum eru. Mín hugburður er, at tað er best, at liðið spælir 4?4?2, og tað fara vit at arbeiða út frá. Veruleikin er, at onkrir spælarar eru farnir um bestu árini á landsliðnum, og at nýggir skulu spælast inn. Tað fara vit at kanna nærri næstu vikurnar. Á listanum, sum eg havi í løtuni, eru 32 nøvn. Eg rokni við, at tað fyrst og fremst verður ímillum hesar, at hópurin til vinardystin ímóti Liktinstein 21. august verður valdur, men nú fáa vit at síggja, sigur Henrik Larsen.
Ætlanin
Henrik Larsen kemur til Føroya komandi mikudag, og hann fer at steðga her í eina viku. Mikukvøldið skal hann síggja B36 spæla heimadyst í Europa Cup kappingini, og ólavsøkudag fer hann at vera millum áskoðararnar, tá HB og NSÍ fara at spæla steypafinaluna.
Umframt hesar dystirnar fer venjarin at síggja tveir venjingardystir. Avrátt er, at HB og GÍ skulu spæla venjingardyst hóskvøldið, og at B68 og KÍ skulu spæla fríggjakvøldið. Tað verða neyvan nógvir áskoðarar til hesar dystirnar, men landsliðsvenjarin fer at hyggja.
? Umframt at síggja dystirnar, so vóni eg, at tað fer at bera til at heilsa upp á venjarar og spælarar. Kanska tað eisini í komandi viku verður møguleiki fyri at fylgja við í venjingini hjá onkrum felag, er ynskið hjá Henrik Larsen.
Í FSF roknaðu teir fyrr í summar við, at landsliðsvenjarin fór at vísa seg í Føroyum nógv fyrri, enn hann nú fer at gera. Hann var venjari í Ølstykke, tá hann varð settur í starv hjá FSF. Roknað varð við, at hann skuldi koma til Føroya, tá Ølstykke hevði tryggjað sær uppflyting. Tað gjørdu teir tíðliga í juni, men venjarin koim ikki til Føroya. Í hvussu so er varð roknað við, at venjarin fór at koma til Føroya, tá síðsta umfarið í landskappingini var á skránni 7. juli, men venjarin var heldur ikki í Føroyum tann dagin.
Nú sigur venjarin, at tað var í samráði við FSF, at hann ikki kom til Føroya:
? Eg var í summarfrí saman við familjuni eftir at sáttmálaskeiðið við Ølstykke var liðugt, sigur venjarin.
Á FSF hava vit skilt, at tað var ikki fyrrenn beint undan ferðini til Føroya, at venjarin bað um at fáa tíð til summarfrí. Tað setti FSF seg ikki imóti.
Altráðir týskarar
Tá prátið fellur inn á dystirnar í heyst, er tað synd at siga, at venjarin er dapurskygdur:
-Skotarnir hava ikki somu styrki, sum teir hava havt í undanfarnu kappingunum. Føroyar hava áður staðið seg ógvuliga væl ímóti teimum. Tí haldi eg, at vit hava orsøk at vera bjartskygdir undan heimadystinum ímóti teimum. Føroyar hava áður megnað málleysan javnleik á útivølli ímóti Litava. Tað boðar frá, at dysturin ímóti teimum er opin. At spæla í Hannover 16. oktober verður sjálvandi nakað heilt serstakt fyri okkum allar. Tað er ikki á hvørjum degi, at tú hittir varaheimsmeistararnar, heldur venjarin.
Hesar seinastu vikurnar hevur telefonin aftur og aftur kimað. Tað eru týskir tíðindamenn, sum fregnast:
? Teir spyrja um Føroyar, landsliðið, hvørjir spælarar eru á liðnum og alt annað, sum á nakran hátt kann hava við føroyska landsliðið og dystin í heyst at gera, sigur Henrik Larsen.
Mikudagin kemur hann til Føroya. Eftir ólavsøku fæst at síggja, um skulu vit kalla tað klossuta byrjanin upp á samstarvið við føroyska fótbóltin er vaskað burtur.