Tá West Bromwich leikarin, Jake Livermore, í dystinum móti West Ham týskvøldið, varð útskiftur, fór Jake Livermore beina kós yvir móti einum áskoðara hjá West Ham, har hann mundi lopið á viðkomandi áskoðara, áðrenn hjálparvenjarin hjá West Bromwich fekk tikið Jake Livermore burtur.
Síðani hendingina hava fleiri hugsanir verið um, hvat tað var sum hendi millum Jake Livermore og áskoðaran hjá West Ham. Men í dag er West Bromwich komið út við eini frágreiðing um, hvat tað var sum hendi.
- Eftir at Jake var útskiftur í seinna hálvleiki, føldi Jake stóran ágang frá áskoðarunum hjá heimaliðnum, sum hann dugdi fínt at rista av sær. Men tá tann eini áskoðarin provokeraði hann við deyðfødda soninum, dugdi Jake ikki at stýra sínum illsinni, skrivar heimasíðan hjá West Bromwich Albion.
Hendingin við soninum hjá Jake Livermore – sum áskoðarin hjá West Ham sipaði til - hendi fyri nøkrum árum síðani, tá nýføddi sonurin hjá Jake Livermore og unnustuni, var deyðføddur. Ein feilur á sjúkrahúsinum, gjørdi at sonurin varð kvaldur undir føðingini. Læknin boðaði aftaná frá, at vanlukkan kundi verið umgingin.
Síðani hendingina, stríddist Jake Livermore leingi við depressión, og í 2015 var hann testaður positivt fyri kokain. Umstøðurnar hjá Jake Livermore gjørdu tó, at enska fótbóltssambandið ikki valdi at revsa fótbóltsspælaran.
Sambært enska blaðnum The Guardian hevur West Ham eyðmerkt viðkomandi áskoðara sum gjørdi seg inná Jake Livermore gjøgnum sjónbandaupptøkur, og har vísa upptøkurnar at viðkomandi áskoðari er funnin skyldigur. West Ham hevur tí givið áskoðaranum boð um, at áskoðarin er bannaður atgongd til dystir hjá West Ham framyvir.