Áskoðari bjargaði Muamba

Hjartalækni, sum var millum áskoðararnar, hevði avgerandi týdning fyri viðgerðina av fótbóltsspælaranum Fabrice Muamba, sum small um í dysti sunnudagin.

 

Dysturin millum Tottenham og Bolton fekk ein dramatiskan enda beint fyri hálvleik, tá ið Bolton-spælarin Fabrice Mumba small lívleysur í vøllin. Hjálparfólk hjá báðum liðum vóru í skundi kallað inn til spælaran, sum fekk viðgerð á vøllinum.

 

Men bretskir miðlar skriva, at ein viðurkendur hjartalækni, sum er Tottenham-viðhaldsmaður, helst eigur avgerandi lutí, at Muamba er á lívi. Dr. Andrew Deaner var millum áskoðararnar og fekk loyvi at fara inn á vøllin. Har ráðgav hann hjálparfólkunum við viðgerðini av Muamba.

 

Deaner legði eisini stóran dent á, at Muamba skuldi førast á London Chest Hospital í Bethnal Green, hóast onnur sjúkrahús liggja nærri leikvøllinum, har dysturin varð spældur. Deaner er sjálvur knýttur at sjúkrahúsinum, og hann var við í sjúkrabilinum, sum koyrdi Muamba á sjúkrahúsið.

 

Ein ónavngivin lækni sigur við blaðið Daily Express, at tað var betri við Muamba at verða koyrdur framvið tveimum sjúkrahúsum fyri at sleppa á London Chest Hospital, tí har kundi hann fáa bestu viðgerðina og er í bestu hondum. Hendan avgerð hevur helst havt størstu ávirkan á møguleikarnar hjá Muamba at yvirliva og koma fyri seg eftir hjartatilburðin.