Áskoðararnir verða ikki trupulleikin

Hóast tað í Sjónvarpinum mánakvøldið varð sagt, at tað fór at skapa risa trupulleikar, tá írskir fótbóltsáskoðarar koma til Føroya, so halda tey í FSF, at hetta er at yvir-reagera. Talið verður helst væl lægri enn tey 4.000, heldur aðalskrivarin hjá FSF

Landsdystur

Sjónvarpið bar mánakvøldið tey tíðindi, at tað kundi roknast við á leið 4.000 útlendskum áskoðarum, tá írska fótbóltslandsliðið kemur á vitjan 8. juni.
Bæði frá myndugleikum og ferðafyriskiparum varð mett, at hetta kundi skapa alstórar trupulleikar, men á FSF-skrivstouvni halda tey, at málið kanska er sligið nakað stórt upp.
- Fyrst og fremst er at siga, at tað undir ongum umstøðum verða 4.000 atgongumerki til írskar áskoðarar. Írska Fótbóltssambandi fær 115 atgongumerki til sínar VIP?arar v.m., og hartil eru vit so komin ásamt um, at vit lata írum 813 atgongumerki at selja sínum áskoðarum, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari hjá FSF.
Og hann leggur dent á, at hetta talið ætla tey í FSF at halda. Sum tað framgongur aðrastaðni á síðuni, so tilskilar FSF sær rætt til at afturhalda atgongumerkjum, um illgruni er um, at hesi eru ætlað írskum áskoðarum.

Talið verður lægri
Og tá talan fellur inn á tey 4.000, sum vórðu nevnd í Degi og Viku mánakvøldið, so tykist aðalskrivarin ógvuliga ivasamur um, hvørt hetta talið fer at halda.
- Tað kann væl vera, at tað eru somikið nógv, sum vilja sleppa til Føroya at hyggja at dystinum. Men nú almennu boðini um atgongumerkini koma út, so rokni eg við, at tað helst verða nógv, sum setast aftur. Sambært teimum upplýsingum, sum vit hava fingið, so plagar írska FA bert at selja atgongumerki til nakrar fastar samstarvsfelagar. Hesi geva samstundis boð um, at tað er ikki møguleiki at fáa atgongumerki aðrar vegir, og so verða tað helst fleiri, sum fara at setast aftur, heldur Ísak Mikladal.

Trupult at síggja trupulleikan
Júst hetta við fótbóltshugaðum útlendingum, sum leita sær til Føroya, hevur ofta verið nevnt sum eitt týðandi ískoyti til føroyska ferðavinnu.
Tað er eitt sjónarmið, sum tey flestu helst eru samd í, og tað tykist eisini at arga aðalskrivaran nakað, at hetta nú skal gerast til ein trupulleika.
- Um so er, at talan verður um 4.000 áskoðarar ? og tí rokni eg ikki við - so er hetta framvegis ikki meira, enn tað eru á ólavsøku ella festivalum av ymsum slag. Tá gongur tað fínt, so eg dugi ikki at síggja, hví hetta nú skal gerast til ein stóran trupulleika.
- Júst írsku áskoðararnir eru eisini víðurkendir kring allan heim fyri siðiligan og høviskan atburð. Tað er jú eisini vanligt, at áskoðarar úr báðum legum hittast ? nevnliga fyri at talan skal gerast um vinarlag heldur enn kríggj, staðfestur aðalskrivarin.
Og heldur ikki dugir hann at síggja nakrar stórvegis trupulleikar í tørvandi gistingarmøguleikunum, sum hava verið nevndir.
- Nú eri tað sjálvandi ikki eg, sum fyriskipi nakrar ferðir. Men sum eg havi skilt tað, so verður tað fyri ein stóran part galdandi, at áskoðararnir koma sama morgun, sum dysturin skal spælast. Stórur partur fer eisini beina leið á flogvøllin sama kvøldið, og restin fer so á Hotel Føroyar, sum jú stendur at kalla tómt, tá bæði føroyska og írska landsliðið fara av hotellinum, tá dysturin er á skránni.
- Men lat okkum nú síggja. Um einar tvær til tríggjar vikur eri eg vísur í, at ein nógv greiðari mynd er um at tekna seg, og so ber betri til at siga, hvørjum roknast skal við, sigur altso Ísak Mikladal at enda.