HB skal í kvøld klokkan 19.45 spæla móti Linfield FC í 2. umfari í undankappingini til bólkaspælið í Europa League. Venjarin hjá norðurírsku meistarunum, David Healy, sigur við BBC, at hann vónar at áskoðararnir fara at ræða HB.
- Tað er ikki oftani, at eg ella felagið rópa stríðsróp, men vit ynskja fáa áskoðararnar at skapa ein fíggindaligan og eletriskan stemning til dystin í kvøld, sigur David Healy við BBC í dag.
Hann leggur dent á, at hetta er ein stórur og týdningarmikil dystur fyri Linfield FC. Eisini verður boðað frá, at Linfield FC hevur ongar skaðar til dystin í kvøld.
##ms##
David Healy: Rós til HB (Brot úr grein í Sosialinum 25. juli)
Venjarin hjá Linfield, David Healy, hevur nógv gott at bera HB eftir dystin. Fyrrverandi málslúkurin á norðurírska landsliðnum heldur, at HB stendur seg væl á heimavølli.
-Hetta var ein harður dystur fyri okkum, men tað vistu vit áðrenn. HB fekk eitt gott úrslit móti Helsinki, so vit vistu at teir eru góðir á heimavølli, sigur David Healy.
Hann fegnast um málið longu eftir 52 sekund, men vildi heldur at tað kom nakað seinni.
-Eg hevði kanska heldur vilja komið á odda 1-0 í 94. minutti, men rós til HB fyri at spæla ein góðan dyst. Hetta var ein javnur dystur, har HB kanska hevði fleiri málmøguleikar, men vit hava eisini nakrar støður, har vit skulu gera tað betri, sigur David Healy, ið skoraði 35 landsliðsmál í síni tíð sum spælari.
Til tíðir var hann sjónligur á síðulinjuni, tí hann at síggi til helt, at HB spældi nakað hart. Tað er hann tó ikki bilsin um.
-Vit vistu áðrenn, at hetta fór at verða ein harður dystur, tí tað hava vit sæð nokk av video til. Rós til HB, fyri at gjøgnumføra teirra ætlan og gera tað torført fyri okkum. Teir hava sterkar spælarar, sum spæla kropsligan fótbólt. Tað er ikki ólíkt tí, sum vit síggja í Norðurírlandi. Eg haldi eisini, at tey sum vóru her fingu ein góðan dyst. Eg haldi tað er púra javnt undan dystinum í Belfast, sigur David Healy.
Venjarin hjá Linfield er blíður, men vil ikki siga so nógv um returdystin á Windsor Park í Belfast, sum verður hósdagin 1. august.
-Tað verður ein dystur á vanligum grasi og á okkara tjóðarleikvølli. Tað eru vit vanir við, men eg vil ikki koma nærri inn á akkurát hvat vit fara at gera. Liðini hava prógvað í dag, at hetta er ein góð uppgerð, so vónandi fáa áskoðararnir meiri av tí, sum vit sóu í dag, sigur David Healy og leggur afturat:
- Eg gleði meg til dystin. Eg elski at vera venjari her og at luttaka í Evropa. Nú vóni eg bara, at tað besta liðið kemur víðari.