Í Samband við aðalfund hjá Alzheimerfelagnum, sum verður hildin í Læraraskúlahøllini flaggdagin, verður ein sonevndur forumsjónleikur framførdur. Hetta er slag av leiki, sum ikki hevur verið roynt í Føroyum áður.
Alzheimerfelagið sigur í tíðindaskrivi, at felagið saman við Biritu Mohr, sjónleikarakvinnu úr Leikbólkinum Grímu, hevur tikið stig til hesa framførsluna.
Talan er um frumframførslu av leikinum»Svíkja vit Hannis«, sum snýr seg um ein dementan mann, sum býr á bústovni.
Alzheimerfelagið sigur í tíðindaskrivinum, at leikurin er gjørdur í samstavi við fólk frá danska Forumteater, sum eftir áheitan úr Føroyum eru komin hendanveg í eina viku fyri at leggja teimum lag á.
Um leikin verður sagt, at hann fer fram á bústovninum »Sólgørðum«, har Hannis býr.
Maðurin, sum er dementur, minnist ikki altíð at konan er deyð, og av og á hevur hann hug at práta við hana. Hann gerst óróligur og rópar eftir konuni, sum sjálvandi ikki svarar honum. Hannis er gamal bóndi, og neytini hava eisini framvegis eitt fitt pláss í tilveru hansara.
Í Sólgørðum er hin unga Julia komin í starvslæru, og hana hitta vit í leikinum um Hannis.
Men nú er hetta ikki nakar vanligur leikur. Talan er um leikslag, har sjónleikarin fær áskoðaran at taka lut í leikinum og mynda leikgongdina. Í grundini gera av, hvat fer at henda. Hetta slagið av sjónleiki, sum nevnist forumleikur, varð uppfunnið í Brasilia fyri umleið30 árum síðan,
Meðan leikurin gongur sum best, og Hannis finnur upp á eitthvørt, sum Julia kanska ikki altíð klárar at »tackla«, er tað, at áskoðarin skal blanda seg uppí og koma við góðum ráðum og vegleiða teimum, sum skulu loysa trupulliekarnar hjá Hannisi.
Hetta kann gerast rættiliga spennandi, siga tey í Alzheimerfelagnum. Tí nú skulu fólk blanda seg uppí og taka eina støðu til, hvat tey halda um hetta, sum fer fram á pallinum. Og tá fólk, helst í ramasta álvara, kunnu koma við ráðum um, hvussu trupuellikarnir á pallinum kunnu loysast, er ikki so torført at hugsa sær, at tey eisini í veruligu støðunum við dementum fólkum - ella fyri tann skuld so nógvum øðrum slíkum trupulleikum - eisini sita inni við góðum ráðum og loysnum, sum kunnu brúkast í gerandisdegnum.
Hóast leikurin verður settur upp í samband við aðalfundin hjá Alzheimerfelagnum, sum verður á Læraraskúlanum flaggdagin 25. apríl klokkan 16.00, er leikurin almennur. Hann verður leiktur sama dag klokkan 17.30. Leikurin fer at vara umleið ein hálvan tíma, siga fyrireikararnir. Kostnaðurin verður kr. 50,-