Havnar Bóltfelagið hevur í samráð við B36 og FSF flutt grannauppgerðina til sunnudagin 10. mars. Dysturin skuldi annars verða spældur leygardagin 9. mars.
Fyrsta umfar í Effo-deildini verður um vikuskiftið 9. og 10. mars. Fýra dystir eru upprunaliga settir til leygardagin. Teir eru ÍF-AB, KÍ-TB, EB/Streymur-07 Vestur og HB-B36.
Tað hevur gingið strilti hjá havnar feløgunum at fáa nakað av áskoðarum til dystir leygardag. Sum skilst, so er hetta høvðusorsøkin til, at HB hevur flutt grannauppgerðina móti B36 um hálva aðru viku til sunnudag klokkan 15.00. Bæði B36 og FSF hava gingið flytingini á møti.
Ein onnur grannauppgerð verður eisini sunnudagin, tá Víkingur tekur móti NSÍ.









