Viðhefta mynd, sum er tikin í Ný Foundlandi í gjár, er av frystilínuskipinum Eivindi, sum her er á veg inn til St. Pierre at landa. Teir hava havt sjask veður.
In.fo hevur í dag samskift við ein av manningini umborð á Eivindi, og vit hava fingið grønt ljós til at brúka hesa flottu mynd av ískløddum skipi.
- Vit hava havt sjaskveður ímóti, men eg haldi ikki, at tað er so ógvuliga kalt. Tað hevur verið nógv sjórok, og tí er so nógvur ísur lagstur, sigur hann.
Maðurin umborð á Eivindi sigur, at fiskiskapurin hjá føroysku frystulínuskipunum á Flemish Kap hevur verið góður, og hetta er annar túrurin hjá Eivindi.