Skjótt verður eldradagur aftur í Vági

Leygardagin hin 11. mars skipar Vágs kommuna fyri eldradegi í VB-húsinum, har ymiskt verður á skránni.

Tað var í 2021, at Vágs kommuna tók avgerð um at skipa fyri tveimum eldradøgum um árið - einum tíðliga um vári og einum um tað mundið, tá altjóða eldradagur er hin 1. oktober. 

 

Eldradagar eru ætlaðir borgarum í Vágs kommunu, sum eru 60 ár og eldri.

 

Eldradagurin hin 11. mars byrjar klokkan 11. Á skránni er brunsj frá Hotel Bakkanum, felagssangur við Orðið á Borðið og tónleikarum, og her verða upplegg frá Arnfinni Thomassen og Arnfinni Bjarkhamar um staðarnøvn í Vági.

 

Sonni Smith fer eisini at hugleiða um suðuroyarmálførið, sum tað verður rópt, og Sigurd Marnar Simonsen frá Styrki Fitness fer at tosa um rørslu, tá fólk eru vorðin 60+.

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin, og tað er ókeypis atgongd. Um onkur tørvar flutning til og frá VB-húsinum henda dagin, kunnu fólk ringja til Miðlatún á telefon 239390, siga tey í Vágs kommunu í dag.