Tað verður eitt farmaflogfar líkt hesum hjá Icelandair, sum nýggja føroyska flogfelagið fer at keypa. Tað er av slagnum Boeing 757

Skjótt klárt at keypa fyrsta føroyska farmaflogfarið

– Ætlanirnar eru enn tær somu, og vit eru nær við at skriva undir sáttmála um flogfarið, sigur Birgir Nielsen, stjóri í nýggja flogfelagnum, sum fer at flúgva við farmi úr Føroyum til New York

 

Tað verður eitt farmaflogfar líkt hesum hjá Icelandair, sum nýggja føroyska flogfelagið fer at keypa. Tað er av slagnum Boeing 757

Tað gongur væl við arbeiðinum at útvega eitt farmaflogfar at flúgva við farmi úr Føroyum til New York.

Tað sigur Birgir Nielsen, sum er stjóri í felagnum.

– Vit hava arbeitt við málinum í eitt hálvt ár og eru komin væl á leið, sigur Birgir Nielsen.

Talan er um eitt Boeing 757 farmaflogfar, sum tekur ímillum 30 og 35 tons av farmi.

Birgir Nielsen sigur, at ætlanirnar eru tær somu, sum tær vóru frá byrjan. Flogfarið skal flúgva við laksi frá Bakkafrost til New York fimm ferðir um vikuna. Flogfarið kann taka 30-35 tons av laksi, og longu frammanundan útflytir Bakkafrost 150 tons av laksi til New York um vikuna. Hesin laksur verður fluttur við traialurum og skipi úr Føroyum til London, har hann fer við flogfari til New York.

– Og her er nógv at spara hjá Bakkafrost, sum kann fáa laksin nógv skjótari fram til deildina hjá felagnum í New Jersey, sigur Birgir Nielsen, sum sigur, at Bakkafrost áður hevur víst á, at felagið fer at spara eini 45 til 50 prosent í CO2 við at flúgva fiskin beinleiðis úr Føroyum til New York í staðin fyri fyrst at flyta hann til London. Tað fer at hava stóran týdning fyri feskleikan hjá laksinum, sum bara verður ein dag gamal, tá hann er í New York.

Hóast Bakkafrost eisini flytur nógvan laks til vestursíðuna á Amerika, so eru enn ikki ætlanir um at flúgva beinleiðis til vesturstrondina í USA, tí tað er so nógv longri og krevur millumlending, sigur Birgir Nielsen.

Bakkafrost er høvuðspartaeigari í nýggja flogfelagnum og eigur meirilutan. Hinir partaeigararnir eru stigtakararnir Hans Meinhard á Høgabóli og Heðin Krett, sum báðir eru flogskiparar og sum flúgva farmaflogfør í Bahrain, Andrew Djurhuus, sum er flogmekanikari og hevur sítt egna virki, og so Birgir Nielsen, Cand Merc, sum millum annað hevur starvast í Betri Banka og verið nevndarformaður í P/F Betri. Í dag er hann stjóri í meklarafelagnum Nira og er býráðslimur í Tórshavnar býráð fyri Fólkaflokkin.

Birgir Nielsen sigur, at teir báðir flogskipararnir fara at flúgva fyri felagið, men at tað helst verður brúk fyri eini 10 flogskiparum afturat.

 

Tað verður eitt farmaflogfar líkt hesum hjá Icelandair, sum nýggja føroyska flogfelagið fer at keypa. Tað er av slagnum Boeing 757