Nú er útbyggingin av Vágsverkinum farin í gongd. Tað skrivar Suðuroyarportalurin í farnu viku.
Økta virksemi í oynni hevur ført við sær nógv størri trýst á elveitingina, og sum er nøkta verandi motorar ikki orkutørvin í oynni. Tríggir motorar eru á verkinum sum nú er. Tveir teirra eru eldri og so ein nakað nýggjari. Umframt at hesir tríggir ikki megna at nøkta tørvin sum er, so hava tveir teirra koyrt í so nógvar tímar, at neyðugt er at skifta teir út. Tískil verður ein nýggjur motorur settur upp á Vágsverkinum.
Higartil er økið eystanfyri verandi verk grivið út og steinsett. Bygningurin, sum Articon byggir, skal verða liðugur seinni í summar, tá nýggi motorurin skal setast upp, skrivar Suðuroyarportalurin.