Skjótibreytin á Sandvíkum er eitt úrslit av góðum samstarvi millum Tórshavnar kommmunu og Byrsumúla. Endamálið hevur verið at byggja eina skjótibreyt, har skipast kann fyri altjóða kappingum og har til ber at halda Oyggjaleikirnar.
– Úrslitið er eitt modernað skjótiannlegg, sum er eitt vakurt frítíðarøki og eitt prýði fyri umhvørvið. Hetta fer at lyfta skjótingina upp á altjóða støði, sigur kommunan og vísir á, at tað samstundis er soleiðis gjørt, at tað verður lætt at halda tað reint og ruddiligt.
– Skjótibreytin tekur seg sera væl út longu nú, sigur kommunan.
Bíðað verður eftir lýðku, so verður farið at sáa gras og breytin stendur liðug nú í summar.