- Vit eru skelkað, nú álopið varð framt so nær, og meðan vit eru her, sigur talsmaður hjá ST, Saviano Abreu, sum er í ferðalagnum hjá aðalskrivaranum í Kyiv.

Rakettálop á Kyiv meðan ST-aðalskrivarin vitjar

Í kvøld hevur Russland framt rakettálop á Kyiv, samstundis sum ST-aðalskrivarin, António Guterres, er á vitjan í høvuðsstaðnum.

 

- Vit eru skelkað, nú álopið varð framt so nær, og meðan vit eru her, sigur talsmaður hjá ST, Saviano Abreu, sum er í ferðalagnum hjá aðalskrivaranum í Kyiv.

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at russiskar rakettir í kvøld raktu Kyiv beint eftir fundin við ST-aðalskrivaran, António Guterres.

 

Í minsta lagi 10 fólk hava fingið løstir í álopinum. 

 

Borgarstjórin í Kyiv, Vladimir Klitsjko, skrivar á Telegram, at tvey rakettálop eru framd á høvuðsstaðin í Sjevtsjenkivskyj-økinum miðskeiðis í Kyiv. 

 

- Niðaru hæddirnar í einum bústaðarbygningi eru raktar, og bjargingarfólk og heilsustarvsfólk arbeiða á staðnum. Fólk verða eisini flutt úr nærmastu húsunum, skrivar Vladimir Klitsjko.

 

Ukrainsk bjargingarlið skriva á Telegram, at ein íbúðarbygningur er raktur í álopinum, og at tvær tær niðastu hæddirnar í bygninginum eru oyðilagdar.

 

Útlendskir miðlar vita at siga, at tríggjar russiskar rakettir eisini hava rakt býin, Fastiv, sum liggur í ein útsynning úr Kyiv, og álop hava eisini verið á aðrar býir í Ukraina í kvøld.

 

Álopið á Kyiv fór fram júst í kvøld, nú ST-aðalskrivarin, António Guterres, er í høvuðsstaðnum og hevur fund við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.

 

##med2##

 

Ein talsmaður fyri neyðhjálparskrivstovuna hjá ST, Saviano Abreu, sum fylgir António Guterres á ferðini, sigur, at tey eru í tryggleika.

 

- Hetta er eitt krígsherjað land, men vit eru skelkað, nú álopið varð framt so nær, og meðan vit eru her, sigur talsmaðurin hjá ST.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur í einari røðu, sum forsetaskrivstovan hevur lagt út á Telegram, at tilsamans fimm rakettir hava rakt Kyiv-regiónina í kvøld.

 

- Russisku álopini á Mariupol steðgaðu ikki, sjálvt tá ST-aðalskrivarin vitjaði í Moskva. Og í kvøld, beint eftir okkara samrøður, flugu russiskar rakettir inn í høvuðsstaðin, sigur hann.

 

Volodymyr Zelenskyj heldur fyri, at hesar hendingar vísa sanna hugburðin hjá Russlandi til altjóða stovnar, har landið í hesum føri vil eyðmýkja ST.

 

 

 

- Vit eru skelkað, nú álopið varð framt so nær, og meðan vit eru her, sigur talsmaður hjá ST, Saviano Abreu, sum er í ferðalagnum hjá aðalskrivaranum í Kyiv.

ST-aðalskrivarin, António Guterres og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.