Skjóta eftir fólki við plast-kúlum í Klaksvík

- Tað svíður, tá kúlurnar raka - alt eftir, hvar tær raka. Verða fólk rakt í eyguni, er eingin ivi um, at skaði kann standast av ólevnaðinum, sigur løgreglan.

Tað er hent meira enn einaferð seinastu tíðina, at skotið verður eftir fólki úr bili við plast-kúlum í Klaksvík. Løgreglan sigur, at talan er um luftbyrsur - ella "softgun", sum tað eisini verður rópt - sum skotið verður við.

 

Hetta eru plast-kúlur, og tað svíður, tá tær raka - alt eftir, hvar tær raka. Verða fólk rakt í eyguni, er eingin ivi um, at skaði kann standast av ólevnaðinum. Hetta hendi fyri nøkrum døgum síðan, og í gjárkvøldið hendi tað aftur.

 

- Fólk ringdu til okkum at melda, at skotið varð eftir teimum. Tey, sum vóru fyri hesi hending, høvdu heft seg við nummarplátuna á bilinum. Vit funnu fram til bilin og eigaran, og her vórðu tríggir ungir menn skuldsettir.

 

Løgreglan sigur, at menninir viðgingu at hava skotið eftir fólki, og teir tríggir eru nú allir skuldsettir og fáa eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar.

 

Men, tað var ikki bara ta einu ferðina, at fráboðanir komu úr Klaksvík í gjárkvøldið um slíkan ólevnað, tí løgreglan fekk eisini fráboðan um, at skotið varð úr einum øðrum bili í Klaksvík.

 

- Eisini í hesum førinum eydnaðist tað okkum at finna bilin og eigaran. Her vóru fýra fólk í bilinum, harav tvey teirra viðgingu at hava skotið eftir fólki. Hesi verða skuldsett og fáa bót fyri brot á skilhaldsreglurnar.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at í báðum hesum hendingum í Klaksvík fann løgreglan "softgun" byrsur og plast-kúlur í bilunum, sum hald varð lagt á.