Løgreglan í Fraklandi handtók í dag ein mann, sum er undir illgruna fyri at hava skotið tvør løgreglukvinnur. Sambært skuldsetingini brúkti maðurin skammbyrsuna hjá aðrari løgreglukvinnuni til drápini.
Tær báðar kvinnurnar, sum vóru 29 og 35 ára gamlar, vórðu myrdar í bygdini Collobrieres nærhendis býnum Toulon í gjár. Løgreglan sigur, at kvinnurnar komu fram á ein innbrotstjóv, men hann feldi aðra kvinnuna, tók byrsuna frá henni og skjeyt hana. Tá hin kvinnan royndi at flýggja, fór maðurin aftan á henni. Hann fekk hana aftur við eitt torg og skjeyt hana.
Franski innanríkisráðharrin, Manuel Valls (myndin), segði á tíðindafundi í dag, at onnur løgreglukvinnan hevði ein sambúgva. Hin var gift og átti tvær døtur.