Tann 21 ára gamli Oscar Ramiro Ortega-Hernandez kann fáa lívlanga fongsulsrevsing, tí hann skjeyt eftir Hvítu Húsunum í Washington seinasta fríggjadag. Hann varð tikin á einum gistingarhúsi í statinum Pennsylvania í gjár og er nú formliga skuldsettur fyri drápsroynd.
Løgreglan sigur, at Oscar Ramiro Ortega-Hernandez skjeyt tvey skot við riflu eftir Hvítu Húsunum. Annað skotið breyt tann ytra rútin í einum vindeyga, men slapp ikki inn ígjøgnum tað skottrygga glasið innanfyri. Hitt skotið rakti veggin á bygninginum, sum Barack Obama, forseti og húski hansara búgva í. Forsetin og konan, Michelle, vóru ikki heima, tá skotini fullu.
Amerikanskir fjølmiðlar siga, at tann 21 ára gamli byrsumaðurin er sálarsjúkur. Hann skal hava sagt við løgregluna, at hann hatar bæði Obama og alla ta politisku skipanina í Washington, skrivar NTB.