Skjalseta gomul skjøl

Dagliga fáa teir báðir, Jógvan Ravnsfjall og Andras Sólstein, sum starvast á Norðoya Fornminnasavni, inn skjøl og lutir úr samfelagi og arbeiðislívi, sum teir skulu varðveita til komandi ættarliðini

Dagliga fáa teir báðir, Jógvan Ravnsfjall og Andras Sólstein, sum starvast á Norðoya Fornminnasavni, inn skjøl og lutir úr samfelagi og arbeiðislívi, sum teir skulu varðveita til komandi ættarliðini

 

Norðoya Fornminnasavn fær søguligar lutir, myndir og skjøl inn dagliga, sum skulu goymast, skrásetast og varðveitast til samfelagið og møguliga gransking. Endamál savnsins er at innsavna og varðveita alt søguligt tilfar, so sum lutir, skjøl og myndir um lív og virki hjá fólkunum í norðoyggjum. Skipa fyri framsýningum og øðrum upplýsandi tiltøkum á øllum økjum. Lutirnir skulu vera av føroyskum uppruna, siga viðtøkurnar hjá felagnum, men ymiskt er hvar lutirnir, sum inn koma eru frá, sigur Jógvan Ravnsfjall, savnsleiðari. Eisini ringja fólk úr býnum til teir báðar við fyrispurningi um eitthvørt søguligt, og teir royna at svara eftir fyrimuni, sigur Jógvan Ravnsfjall.

 

Eisini hava teir nógv skjalatilfar í goymslurúmum teirra, har teir goyma ymisk skjøl - eitt nú umsitur savnið tey skjølini, sum eftir eru frá virkinum hjá Kjølbro.

 

Í skjalasavnslógini stendur at øll almenn skjøl skulu til landsskjalasavnið. Skjøl sum koma á fornminnasavnið eru tí aloftast privat

 

- Onnur skjøl, sum ikki eru almenn, kunnu vit taka inn. Hetta eru skjøl sum hava ligið hjá fólki. Koma almenn skjøl inn verða tey latin landsskjalasavninum ella kommununi.

 

Tað er Andras Sólstein, savnsvørur, sum tekur sær av skjølunum, sum savnið hevur um hendur. Skjølini verða førd inn, og verða síðani koyrd í serligar sýrufríar savns-eskjur, sum ikki oyðileggja skjølini, greiðir Jógvan Ravnsfjall frá. Hetta arbeiði er tíðarkrevjandi, og týdningarmikið. Nógv skjøl eru í gamlari skrift,  honskriftirnar eru ymiskar og summar eri ikki lesandi, sigur Jógvan Ravnsfjall.  Myndir, sum koma inn, verða tó skannaðar inn, so tær eru atkomuligar hjá almenninginum.