Ólavur í Beiti
Bjarni Djurholm vildi í fyrispurningi herfyri hava at vita frá løgmanni, Anfinni Kallsberg, um hann fór at mæla landsstýrinum til at víðka kanningina í amerikonsku skjalagoymslunum eisini at fevna um skjøl í eystureuropeisku skjalagoymslunum um sovjetsku ávirkanina í Føroyuum undir kalda krígnum? Fyri at tryggja javnvág í søgufatan føroyinga at gera kanningar í eystureuropeisku skjalagoymslunum um a) sovjetsku ætlanirnar við føroyskum land- og sjóøki og b) møguliga hugsjónarliga ávirkan í Føroyum undir kalda krígnum?
Og at enda vildi Bjarni Djurholm hava at vita frá løgmanni, um hann fór at heita á landsstýrið, at mæla løgtinginum til at játta pening til kanningararbeiðið?
Ikki lidnar
Í svarinum frá løgmanni, verður sagt, at hernaðarligu kanningarnar, ið vórðu settar í verk fyri 2 árum síðani, eru ikki lidnar enn. Í sambandi við hesar kanningar hevur ein søgufrøðingur verið í USA tvær ferðir og gjørt skjalarannsóknir í viðkomandi skjalasøvnum. Harafturat eru rannsóknir gjørdar í søvnunum hjá ríkisumboðnum, í landsstýrinum, á Føroya landsskjalasavni og í viðkomandi skjalasøvnum á danska ríkisskjalasavninum.
? Savnað er eitt umfevnandi skjalatilfar, ið m.a. lýsir hernaðarliga áhugan hjá vestanveldinum í Føroyum, meðan leikluturin hjá eystureuropeisku londunum ikki er fevndur av kanningini, sigur Anfinn Kallsberg.
Viðkomandi
Og um spurningin hjá Bjarna Djurholm, sigur løgmaður, at hann er sera viðkomandi. Tað hevði eftir mínum tykki verið sera áhugavert at sett aðrar kanningar í verk til tess at útvega okkum søguligan kunnleika um eystureuopeisku skjalagoymslurnar og um sovjetisku ávirkanina í Føroyum undir kalda krígnum.
? Hinvegin haldi eg, tað vera rættast at bíða við hesum kanningum, til frágreiðingin um verandi kanningar er liðug. Sambært arbeiðsbólkinum, ið stendur fyri nevndu kanningum, verður hetta í ár. Eftir míni meting, er tað tí hóskandi, at peningur til víðkaðar kanningar á hernaðarøkinum, verður settur á fíggjarlógina fyri ár 2000, sigur Anfinn Kallsberg at enda í svari sínum.









