Skjúttar raktu ikki nóg væl

Skjúttarnir høvdu vónað, at teir kundu gera seg galdandi í liðkappingini í skeet, men teir komu ikki rættiliga í nánd av heiðursmerkjum.

 

Føroyar endaðu á einum deildum sætta plássi, og tað var nakað verri, en skjúttarnir høvdu roknað við og vónað.

 

- Tað gekk ikki heilt eftir ætlan í liðkappingini í skeet. Vit høvdu sett nøsina upp eftir meira, enn tað bleiv til. Skjúttarnir hjá okkum skutu ikki so væl, sum teir hava gjørt frammanundan, og tað var skuffandi hjá teimum, sigur Jonhard Klettheyggj, sum er leiðari fyri landsliðið í skjóting.

 

Skjúttarnir hava tó framvegis møguleika at vinna heiðursmerki, men kappingin er hørð. Í einstaklingakappingini í skeet kann onkur skjútti gera seg galdandi, og í einstaklingarkappingini í Sporting fyri kvinnur hevur Rannvá Eiriksdóttir Åkerblom ein kjans at blanda seg í heiðursmerkjastríðið.