Full ferð er á byggingini av barnagarðinum í Hvalba, og tað er byggifyritøkan, SH Bygg, ið hevur um hendi alt timburarbeiðið og høvuðsarbeiðið annars. NJ Thomsen gjørdu jørð-og planeringsarbeiðið, og Norðberg & Norðberg hava stoypt. Tangavirkið fer at gera hvs-arbeiðið, og Martin í Nes skal mála barnagarðin innan.
Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu, sigur, at arbeiðið at inniloka bygningin gongur bæði skjótt og væl, og hann heldur, at fólk eru hugtikin av gongdini. SH Bygg smíðar timburelementini í byggihøll, og síðan vera tey reist á staðnum.
- Við hesi ferðini fer tað ikki at ganga long tíð, til vit fara at hava reisigildið, sigur ein vælnøgdur borgarstjóri. Hann vísir á, at nýggi barnagarðurin skal standa liðugur næsta summar og soleiðis, sum gongdin er, ivast hann ikki í, at tíðarætlanin fer at halda.
Barnagarðurin, sum verður einar 650 fermetrar stórur, verður karmur um bæði vøggustovu, barnagarð og frítíðarskúla, og her verður pláss fyri umleið 60 børnum. Við barnagarðinum verða eisini umstøður at geva teimum børnum, sum hava serligar tørvir, betri umstøður, tí her verður eitt rúm burtur av bygt til tann partin.
Borgarstjórin sigur, at tilboðið upp á barnagarðin er á 12,6 miljónir krónur, harav 10 miljónir verða tiknar í lagaligum láni, og restin verður fíggjað yvir raksturin hjá kommununi.
- Tað verður ógvuliga spennandi at fáa nýggja stovnin upp at koyra. Hetta er ein neyðug íløga, tí hevur tú eingi tilboð til børn, fært tú heldur ikki barnafamiljur at búgva í kommununi.
Trúgvi Gudmundarson sigur, at barnagarðurin verður bygdur handikapp-vinarligur í síni heild, og kommunan sær nógvar fyrimunir við, at børn við serligum tørvi fáa góðar umstøður at mennast. Jú, fyrr hond verður tikin um trupulleikan, tess størri møguleikar eru fyri at fáa tað besta burturúr.
- Vit hava roynt at hugt verkætlanina væl ígjøgnum, og vit hava gjørt okkum góðar stundir. Eg haldi, at vit fáa ein góðan stovn fyri pengarnar, sigur borgarstjórin, sum eisini heldur, at fólk í kommununi sum heild eru fegin um plaseringina, har hugnaligu lonirnar liggja væl í lendinum.










