Næsta vár fer Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, at leggja uppskot fyri Løgtingið um at banna ungum undir 18 ár at sóla sær í solarium. Tað greiddi hann tinginum frá í dag, tá ið Bergtóra Høgnadóttir Joensen, tingkvinna, spurdi, hvat verður av ætlanini um at banna ungum at fara í solarium.
Ætlanin var at leggja uppskot fyri Løgtingið í heyst, men tað hevur arbeiðsorka ikki verið til.
Orsøkin til hetta forboðið er, at tað er prógvað, at tað er líka krabbameinselvandi at sóla sær, sum tað er at roykja og at fáa asbest í seg.
Hann vísti somuleiðis á, at í fleiri øðrum londum er bannað at hava ómannaðar sólmiðstøðir og ein partur av uppskotinum verður at kanska eisini at hetta skal verða bannað í Føroyum.
Men greiðast skal eisini fáast á, hvussu eftirlitið og revsingin skal vera fyri a bróta forboðið.
Landsstýrismaðurin gjørdi eisini greitt, at leggur andstøðan uppskot fyri Løgtingið, sum fakliga er forsvarligt, fer hann ikki at mæla frá at tað verður samtykt.
Bergtóra Høgnadóttir helt ikki, at tað eigur at verða so torført at snikka eitt tílíkt uppskot til, so tað fer andstøðan fegin at gera.
Men hon heldur, at tað eisini skal verða bannað at hava ómannaðar sólmiðstøðir.
Annars er hetta tað sama sum at banna ungum undir 18 ár at roykja, men kortini lata tey sleppa at keypa sigarettir.