Hin 15. september í ár kundi Varðin í Gøtu boða frá, at nú er klárt at byggja virkið hjá Varðanum Pelagic uppaftur, eftir at herviligur eldur herjaði virkið hin 9. juni í ár. Tað, sum stóð eftir, tá eldurin varð sløktur, var frystihúsið og skrivstovubygningurin. Surimivirkið brendi ikki, men bygningurin hevði fingið skaða og varð rivin niður.
Ein nýggjur bygningur verður bygdur, og hetta verður eitt nútímans virki, sum sambært eigarunum skal standa klárt um ársskiftið – ella tíðliga í 2018.
Tá Varðin um hálvan september kunngjørdi, at nú er klárt at byggja virkið upp aftur, var arbeiðið byrjað at stoypa fundament til bygningin og frystararnar. Tað er felagið hjá feðgunum, Thormanni og Mortan Thormanni Vang, Sp/f MTV-Byggivirki, sum stendur fyri endurbyggingini av Varðanum Pelagic.
Tá Varðin Pelagic varð bygdur og kundi fara undir framleiðslu hin 2. juli í 2012, varð sagt, at sjálv byggitíðin hevði tikið 14 vikur. Endalig avgerð um at byggja virkið varð tikin hin 6. januar í 2012, og minni enn eitt hálvt ár seinni byrjaði framleiðslan á virkinum.
Umframt teir, sum bygdu sjálvan bygningin, Sp/f MTV-Byggivirki, vóru millum stóru veitararnar Skaginn og Frost í Íslandi. Skaginn stóð fyri tí mesta á fabrikkini, og Frost tóku sær av kølingini. Tað var Eltalvuvirkið í Gøtu, sum hevði um hendi el-arbeiðið, og Bærendsen Teknik á Tvøroyri tóku sær eisini av el-og smiðjuarbeiði.
Tað var Sp/f MTV-Byggivirki hjá hjá feðgunum, Thormanni og Mortan Thormanni Vang, sum bygdi bygningin til Varðan Pelagic á sinni og sum eisini bygdi bygningin til uppsjóvarvirkið, Pelagos í Fuglafirði. Nú er tað so aftur sama felag, sum skal byggja sjálvt virkið hjá Varðanum Pelagic upp aftur úr øskuni.
- Virkið, sum nú verður bygt uppaftur, er umleið 150 metrar langt, og breiddin liggur um 50 metrar. Hetta gevur 7.500 metrar tilsamans. Meginparturin verður bygt í einari hædd, men í miðjuni, har eitt nú matstova, skiftirúm, wc’ir og annað skal verða, verður bygningurin í trimum hæddum við betongdekki millum hæddirnar, sigur Thorman Vang.
Tað fer ikki at taka drúgva tíð, til uppsjóvarvirkið á Tvøroyri stendur innilokað aftur. Um fáar dagar kemur fyrsti triðingurin av stálkonstruktiónunum, og seinasti triðingurin kemur innan fáar vikur. Thorman Vang vísir á, at byggjast skal sjálvsagt eisini millum stálkonstruktónirnar, men hann væntar, at allur bygningurin stendur innilokaður, tá komið er út í desember.
- Í miðjuni á bygninginum, sum verður í trimum hæddum, skal nokso nógv gerast, men miðjað verður eftir, at teir, sum skulu seta maskinur og annað upp, sleppa inn fyrst í hesum árinum. Tað stundar móti vetri, og í seinastuni hevur veðrið verið ólagaligt, men eg haldi, at arbeiðið hevur gingið væl higartil, sigur Thorman Vang.
Nú Sp/f MTV-Byggivirki byggir Varðan Pelagic upp aftur, eru millum 15 og 20 mans til arbeiðis í stóru verkætlanini á Tvøroyri.