Skjótt kemur nýbygda hybrid-ferjan

- Eg eri ikki minst spentur eftir at vita, hvussu hybrid-orkuverkið í ferjuni fer at roynast, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, leiðari á sjódeildini hjá Strandfaraskipum Landsins.

 

Um nakrar mánaðir fáa Strandfaraskip Landsins nýggjan eykabát, sum verður nýbygdur hjá GS Marine í Gursken í Noregi, og hetta er ein tríkilja úr herdari glastrevju. Henda lutfalsliga lítla skipasmiðja hevur síðan 1993 ment og bygt skjóttgangandi bátar.

Um veturin fer tríkiljan at kunna sigla við 96 ferðafólkum, og her verður eisini tikin hædd fyri fólki við rørslutarni. Umframt ferðafólk, fer nýggi báturin eisini kunna taka tríggjar persónbilar - ella ein vørubil, lastbil ella buss á 10 metrar langa dekkinum, sum tó ikki verður undir taki.

Nýggja tríkiljan er bæði teknað og verður bygd til føroyskt havøki, og ætlanin við ferjuni er, at hon skal røkja farleiðir, tá onnur skip hjá Strandfaraskipum Landsins eru í dokk ella liggja vegna viðlíkahald. Báturin verður bæði lættur, sterkur og skjótur í sjónum.

Norskir miðlar hava umrøtt nýggju føroysku tríkiljuna sum eitt frambrot við tað, at tríkiljan verður hybrid-drivin. Tað merkir, at ferjan, umframt at vera diesel-drivin, eisini hevur eina battarí-skipan, soleiðis at hon eisini kann koyra upp á el.

Leiðarin á sjódeildini hjá Strandfaraskipum Landsins og rakstrarleiðari á stovninum, Jóhan Petur Abrahamsen, sigur, at nýggja ferjan verður 27,8 metrar long og átta metrar breið. Til samanburðar kann nevnast, at Ritan er 23,8 metrar long og 6,70 metrar breið.

Hann sigur, at nýggja ferjan kemur at hava eitt sokallað hybrid-orkuverk, sum verður samansett av diesel-motorum og battarípakkum. Í hvørjari síðu á ferjuni verður ein Volvo D13 diesel-motorur á 500 kW og ein el-motorur á 80 kW.

- Síðan verður ein battarípakki á 160 kW í hvørjari síðu til at forsýna el-motorin. Battarípakkarnir kunnu løðast bæði frá landi og frá el-motorinum á gearinum, sum kann koplast til antin at verða generatorur ella motorur, leggur hann aftrat.

Jóhan Petur Abrahamsen er javnan í Noregi í sambandi við byggiverkætlanina. Hann sigur, at dekk og yvirbygningur á ferjuni eru komin upp, og nú eru teir á skipasmiðjuni eisini byrjaðir at bjálva ferjuna innan.

- Jú, eg eri ógvuliga spentur upp á, hvussu báturin fer at roynast, men eg eri ikki minni spentur eftir at vita, hvussu hybrid-orkuverkið fer at roynast, sigur hann í VikuskiftisSosialinum, sum hesaferð hevur serblað um eitt nú alternativa orku og orkusparing.

##med2##