Tað stundar til heilt stóra kvøldið í føroyskum tónleiki, har vinnararnir av ársins Planet-virðislønum skulu finnast. Planet Awards tiltakið verður í Rex fríggjakvøldið 28. desember, men inn til í morgin á miðdegi, hósdagin 27. desember klokkan 12.00, kanst tú gera tína ávirkan galdandi við at senda sms-atkvøður.
Fimm nøvn eru tilnevnd í hvørjum av teimum sjey bólkunum. Til ber at atkvøða fyri einum navni í hvørjum bólki. Hetta gert tú við at senda eini sms-boð til 1940, har tú skrivar til dømis Pla 10, um tú heldur, at Hamferð er ársins bólkur, ella Pla 20 um tú heldur, at Stanley Samuelsen er ársins einstaklingur. Sí annars upplýsingarnar niðanfyri.
Ársins bólkur
Hamferð (pla 10)
Frodi & The Pink Slips (pla 11)
200 (pla 12)
Týr (pla 13)
Divaz (pla 14)
Ársins einstaklingur
Stanley Samuelsen (pla 20)
Hanus G. Johansen (pla 21)
Høgni Lisberg (pla 22)
Eivør (pla 23)
Teitur (pla 24)
Ársins nýggi bólkur/einstaklingur
Sakaris (pla 30)
Urbanus (pla 31)
Sveinur Gaard Olsen (pla 32)
Hans Andrias (pla 33)
Kristel Lisberg (pla 34)
Ársins sangari
Teitur (pla 40)
Finnur Koba (pla 41)
Marius Ziska (pla 42)
Høgni Lisberg (pla 43)
Fróði Hansen (pla 44)
Ársins songkvinna
Eivør (pla 50)
Greta Svabo Bech (pla 51)
Lív Næs (pla 52)
Evi (pla 53)
Kristina Bærendsen (pla 54)
Ársins útgáva
Høgni Lisberg - Con Man (pla 60)
Eivør Room (pla 61)
Sanganna Veingir - MC Restorff (pla 62)
Frodi & The Pink Slips - The Mouse (pla 63)
200 Vendetta (pla 64)
Ársins sangur
All In Vanja (pla 70)
Signar í Homrum Mín skattur (pla 71)
Eivør Rain (pla 72)
Dynamitt Hví gongur Tom altíð skid (pla 73)
200 Við love skulu vit land byggja (pla 74)
Hvørt sms kostar 5 krónur umframt vanligan sms-takst, og atkvøðast kann bert einaferð í hvørjum bólki við sama fartelefonnummari. SMS-atkvøðurnar verða lagdar saman og viga helvtina, meðan avgerðin hjá dómarabólkinum telur hina helvtina í samanteljingini. Hetta er fyri at tryggja, at fólksligi parturin og fakligheit ganga hond í hond, tá føroysk tónlistafólk skulu heiðrast.
Tey, ið manna dómarabólkin, eru dulnevnd. Hetta er av teirri einføldu orsøk, at hesi fólk so ella so hava ein virknan leiklut í føroyskum tónleikalívi og harvið eisini eitt tætt tilknýti til føroyskar tónleikarar. So fyri at tryggja dómsnevndini best møguligar arbeiðsumstøður, og fyri at tryggja, at tey kunnu siga sína erligu meining uttan at skula hugsa um áhugamál, onnur hava í teimum er avrátt, at hesi eru dulnevnd.
Upplýsast kann tó, at dómsnevndin telur bæði kyn, fólk í ymsum aldri og við ymsum tilgongdum til tónleikin, umframt at dómsnevndin spennir víða landafrøðiliga, soleiðis at tað ikki einans eru ávís tónleikaumhvørvi, ið eru umboðað.
Planet Awards, sum Miðlahúsið skipar fyri, verður fríggjakvøldið tann 28. desember í REX í Havn. Til ber at SMS-atkvøða inn til hósdagin 27. desember klokkan 12.00.