Ein maður er helst deyður, og ein annar særdur av skotum við Amerikavej á Vesturbrúgv í Keypmannahavn. Tað sigur løgreglan, sum hevur sent eitt væl mannað løgreglulið á staðið.
Vitni hava greitt frá, at tey hoyrdu næstan 20 skot, sum komu úr einum bili, og at tað ljóðaði sum skot frá einum hondvápni. Ein muslimsk moska er á Amerikavej, og skotini fullu, júst sum fólk komu út úr moskuni.
Løgreglan sigur, at enn er eingin tikin í sambandi við tilburðin.









