Eitt fólk doyði, og sjey vórðu særd, tá ein maður fór at skjóta inni í einum teirri stóru handilsmiðstøðini Eaton Center í kanadiska býnum Toronto í nátt. Sambært tíðindastovunum hevur løgreglan ikki funnið byrsumannin enn.
Ein talsmaður fyri løgregluna sigur, at alt bendir á, at byrsumaðurin fór inn í handilsmiðstøðina at skjóta tað fólkið, sum doyði. Tey sjey særdu vóru tilvildarlig offur, sigur talsmaðurin. Hann leggur afturat, at støðan er álvarssom hjá tveimum av teimum særdu.
Kanada hevur sera strangt eftirlit við hondvápnum, og skottilburðir sum tann í nátt eru sjáldsamir.