Skjótasti svimjarin hevur móttøku

27. og 29. apríl setti Kristian Olsen – Ægir nýggj í 100 m og 50 m frísvimjing. Ikki minst var talan um framúr avrik á 50 metrum, tí við 23,97 sekundum varð Kristian fyrsti føroyski svimjarin, sum fór undir 24 sekund á teininum. Matið á 100 metrum er nú 52,49 sekund. Mánadagin klokkan 18 verður móttøka í Býráðshøllini í Klaksvík, har Kristian verður heiðraður.