Harry Potter fepurin herjar aftur. Næsti filmurin um unga gandakallin er fyri stuttum frumsýndur um allan heim, í gjár í Havnar Bio, og mánadagin kemur fjórða bókin um Harry Potter, ið eitur Harry Potter og Eldbikarið út í føroyskari týðing. Malan Háberg hevur týtt hesa fjórðu bókina. Hinar tríggjar hevur Gunnar Hoydal týtt.
Søgugongdin í fjórðu bókini er minst líka spennandi, sum í teim undanfarnu bókunum. Summarfrítíð er, og skjótt fer Harry Potter undir fjórða árið í Hogwarts. Harry telur dagarnar, tí nógv er at læra, hann sleppur aftur at spæla quidditch, og hitta vinfólkini. Men Harry noyðist at ansa sær, tí vandin lúrir alla tíðina....
Hendingaríkt
J.K. Rowling, høvundurin at Harry Potter, heldur á at gera lesaran bæði fegnan og bilsnan. Fáur høvundur hevur sum hon megnað at rúnarbinda lesaran við blómandi, krevjandi og hendingaríkum frásøgukynstri.
J. K. Rawling hevur í fleiri samrøðum sagt, at hon ongantíð hevði ímyndað sær, at fólk fóru at taka so væl ímóti Harry Potter, sum tað hevur víst seg.
- Eg hevði ikki roknað við, at meiri enn nøkur fá fóru at tíma at lesa um Harry Potter.
Treyðugt so. Bøkurnar um Harry Potter eru størstu metsølubøkur nakrantíð. Fyrstu tríggjar bøkurnar um Harry Potter eru týddar til 42 mál, eru prentaðar í meiri enn 145 miljónum eintøkum. Tær fyrstu tríggjar hava selt fyri 480 miljónir pund í trý ár. Men fjórða bókin setur øll met. Hon er prentað í 5,3 miljónum eintøkum og er seld fyri 1,8 miljónir pund, áðrenn hon er komin út.
Hví so hugtakandi
Spurningurin er so, hví bøkurnar um Harry Potter hugtaka so nógv. Ein ungur lesari talar fyri sítt ættarlið:
- Bøkurnar um Harry Potter eru sum lívið, bara betri.
Ummælarar eru nærum á einum máli um, at J. K. Rawling er vorðin betri við tíðini at skriva.
- Søgugongdin er frá byrjan til enda eitt putlispæl við ørgrynnu brigdum, sum øll eru tengd og treytað av hvør øðrum. Onki er við at tilvild og onki verður sagt, sum ikki gevur meining fyri heildina. Eitthvørt sum kanska tykist óskiljandi í fyrstu bók, fær meining í fjórðu bók. Tað krevst av høvundinum eitt ófatiliga yvirlit at hava tamarhald á øllum, sum fer fram. J. K. Rawling megnar at halda tráðunum í søguni atskiltar til endan, tá hon kókar alt saman í eina niðurstøðu. Og hon dugir ómetaliga væl at seta seg inn í, hvussu eitt barn hugsar, sigur Malcolm Jones í Times.
Tá fjórða bók kom út, tustu børn í hópatali í Onglandi og USA í bókabúðirnar at ogna sær eina bók, áðrenn útselt varð. Søgur høvdu gingið um, at onkur týðandi persónur í søguni fór at lata lív í bókini. Hvør tað kundi vera vildu øll finna út av beinanvegin. Forlagið hjá J. K. Rawling hevði hildið øllum dult, eisini sjálvt heitið á bókini, líka til útgávudagin. Tað var eftir áheitan frá sjálvum høvundinum, tí sum hon hevur sagt.
- Eg vildi, at øll børn skuldu sleppa at lesa bókina um somu tíð út frá somu fortreytum.
Men ikki øll eru rakt av Harry Potter feprinum. Nógv foreldur og konservativir átrúnaðarbólkar í USA hava lagt J. K. Rawling undir at ganda børnini. Og bókin er bannað í skúlum í Kansas og Kolorado.
- Einki nýtt er í tí. Tað vilja altíð vera nøkur, sum síggja ilt í øllum, sigur Michael Patrick Hearn, ritstjóri.
Klassikari
Longu nú eru tað bókmentafrøðingar, sum hugleiða um, um bøkurnar um Harry Potter verða bókmentaligir klassikarar. Tað er ilt at meta um, um hesar bøkurnar fara at yvirliva ættarlið eftir ættarlið. Rætt er, at tær innihalda nógv brigdi, sum eyðkenna klassiskar barnabókmentir, og tær bestu barnabøkur bergtaka eins nógv vaksin sum børn. Hesar treytir lúka bøkurnar um Harry Potter. Men nógvar góðar ævintýrkendar bøkur til størri børn koma út nú á døgum og fleiri teirra standa seg væl í kappingini við Harry Potter. Bert tíðin fer at vísa, um søgurnar um Harry Potter og vinfólk hansara í Hogwarts fara at verða lisnar av komandi ættarliðum. . . .
Bretsku bløðini skrivaði m.a.:
"Ikki ein einasta síða er keðilig... Alt fellur upp á pláss sum eitt undurfult putlispæl."
The Sunday Express
"J.K. Rowling hevur megnað at liva upp til tað, vit vónaðu.... Hennara besta bók higartil."
The Sunday Telegraph
"Harry Potter og eldbikarið er endiliga útgivin. Og er bókin góð? Tað kanst tú vera vísur í! Fjórða árið hjá Harry ? og okkum ? í Hogwarts er stuttligt, fult í frálíkum keipumyndum av okkara egna heimi, og stappað við spennandi hendingum."
The Times