Útlendingar, giftir føroyingum, skulu hava skjótari arbeiðsloyvi í Føroyum og dálkandi útlátini skulu minkast, sigur landsfundarsamtykt Sjálvstýrisfloksins millum annað Fundarsamtyktin eftir ársfundin hjá Sjálvstýrisflokkinum sigur millum annað, at landsfundurin fegnast um tað góða valúrslitið og tilgongdina av nýggjum limum. Eisini tekur fundurin undir við tí politikki, tingbólkurin hevur ført higartil.
Sjálvstýrisflokkurin ásannar, at alneyðugt er at Føroyar samtykkja ST-sáttmálan um rættindi teirra ið bera brek. Eisini tekur landsfundurin tekur undir við, at tingbólkurin roynir at fáa semju í lag við landsstýrissamgonguna um ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk.
Fundurin ynskir, at breið semja fæst um langtíðar og burðardyggan fiskivinnupolitikk.
Flokkurin sigur eisini, at tað er av stórum týðningi at taka umhvørvið í álvara. Átøk skulu fremjast til tess at minka dálkandi útlát. Umhvørvisvinarligar reinar orkukeldur, so sum vindur, vatn, sól og aldu orka skulu mennast.
Útlendingaøkið má skipast av nýggjum, so Føroyar fáa neyðuga tilgongd av arbeiðsmegi. Útlendingar giftir við føroyingum, skulu fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvið, tá umsókn um familjusamanføring verður latin inn.
Heitt verður á samgonguna um at raðfesta hægri lestur og at samtykkja uppskotini um rættarskipan og javnstøðu.
Loksins harmast landsfundurin, at ikki størri stig verða tikin á sjálvstýris- og framburðsleið.











