Skjótari og bíligari

Eitt heldur undarligt akfar sást tann 10. juli koyra á Vegnum Langa í Havn

VEGAGERÐ
Rógvi Borðoy

Tólið vísti seg at vera ein kantsteinsstoypari. Eitt tól, sum eftir øllum at døma kann spara kommununum milliónir av krónum um árið.
Tólið virkar við, at betong verður stoytt í eina balju ovast. Síðani fer betongið gjøgnum eitt maskinarí, og kemur út í botninum av tólinum sum stoyptur, liðugur kantsteinur.
Hetta er ikki fyrstu ferð, tólið verður brúkt her í landinum. Allir kantarnir í undirsjóvartunlinum um Vestmannasund eru nevniliga gjørdir av hesum sama akfarinum. Har fingu NCC og Byggitek samband, og hava síðani samstarvað um at royna tólið aðrastaðni.

Stórar sparingar
Odd Røyland, konsulentur hjá NCC sigur, at har eru stórar mongdir av peningi at spara við at brúka hetta tólið í mun til at leggja vanligar kantsteinar. Odd Røyland sigur, at vanligur stoyptur kantsteinur kostar umleið 550 krónur fyri hvønn metur. Við hesum tólinum liggur prísurin um 130-150 krónur meturin. Odd Røyland sigur, at fyri hvønn kilometur av kantsteinum, man leggur, er ein sparing uppá í minsta lagi 350.000 krónur.
Ein stór sparing í tíð er eisini. Odd Røyland og Tummas Sørensen í Byggitek siga, at tað er umleið fimm ferðir skjótari at stoypa kantsteinarnar á staðnum. Sum dømi taka teir undirsjóvartunnilin, har teir stoyptu 1.000 metrar um dagin.
Menninir, sum arbeiða við maskinuni siga, at tá teir hava stoypt 1000 metrar av kantsteini í Havnini, fara teir á flogvøllin í Vágum, har teir í fyrstu syftu skulu stoypa ein kilometur. Seinni í heyst skulu 2.500 metrar aftrat stoypast.

Serligt tilfar
Odd Røyland heldur fram, at tilfarið má vera sera fast og tjúkt, so tað skal bera til at stoypa tað á staðnum. Uppskriftin liggur hjá NCC, og hon er samansett, soleiðis at steinurin ikki tekur skaða av salti og frosti.
Teir báðir norðmenninir, sum arbeiða við sjálvum tólinum, síggja ikki út til at hava eitt hart lív, samanborið við vanligt vegarbeiði. Kantsteinsstoyparin ger tað mesta av arbeiðnum, sær tað út til.
Hendan maskinan verður í dag brúkt í øllum Noregi, og um hesar royndirnar vera væleydnaðar, er tað líkt til, at hon eisini verður meir at síggja í Føroyum komandi árini.