Skjóta upp at umskipa ferðavinnupolitikkin

Á fundi í Ilulissat í Grønlandi í seinastu viku, varð skotið upp at umskipa ferðavinnupolitikkin í útnorði. Ætlanin er at fáa einfaldari bygnað í vinnuna

 

Ferðavinna


Verða ferðaráðini og teir stovnarnir, sum umsita pengarnar í ferðavinnuni í Útnorði lagdir saman, verður tað nógv einfaldri og lættari at reka ferðavinnu í økinum, sigur Stig Rømer Winther, stjóri í grønlendska ferðaráðnum og formaður í Vestnorden Travel Board, sum er samtak av grønlendska, íslendska og føroyska ferðaráðnum.

?Grønland hevur nógv at bjóða ferðafólki, men vit hava ikki nóg mikið av pengum til at gera tað, vit fegin vilja innan ferðavinnuna, sigur Stig Rømer Winther. Pengarnir liggja aðrastaðni enn hjá ferðarðáðnum,

Og rætt hevur grønlendski ferðavinnustjórin, er lætt at sanna, tá ein stendur á svalanum á Hotel Arctic beint uttan fyri sjálvan Ilulissat bý og hyggur yvir á havnina og býin.

Ferðslan er nógv inn og út úr havnini. Smáar jollur ferðast alla tíðina aftur og fram. Størri skip koma og fara. Fiskiskip og ferðamannaskip. Og handan nesi fyri eystan liggja risastóru ísfjøllini, sum steðgað eru á eina løtu á veg út úr Ísfjørðinum, har jøkulin hevur kálvað tey og sent tey seinasta strekkið til havs á teirra kanska 100.000 ára longu ferð.


Samanlegging

Umframt tey trý ferðaráðini í Útnorði eru eisini aðrir felagsskapir, sum gera seg galdandi innan eitt nú ferðavinnu. Tað eru felgsskapir, sum á fíggjarlógunum hjá teimum ymsu londunum fáa pening avsettan, sum so aftur verður latin fólki, sum eftir umsókn ætlar undir eitthvørt tiltak í økinum. Ofta er talan um mentanarlig tiltøk, og mangan slíkt, sum hevur við sær ferðing millum londini.

Høvdu vit kunnað fingið lagt hesar felagsskapir saman við ferðaráðunum í teimum trimum útnorðurlondunum, hevði tað merkt, at vit høvdu einar tvær milliónir krónur eyka at ment ferðavinnuna við, sigur Stig Rømer Winther, stjóri í grønlendska ferðaráðnum.

Hann sigur, at tað eru millum annað um felagsskapirnir Samik og Fitur, hann hugsar um í hesum førinum.

Samik er felagsskapur, sum Ísland og Grønland í felag standa fyri, meðan Fitur er samstarv millum Ísland og Føroyar, greiðir hann frá.

Á fundi í Ilulissat, har milum onnur eisini landsstýrismenninir við ferðavinnu, Simon Olsen úr Grønlandi og Bjarni Djurholm úr Føroyum, vóru hjástaddir, skeyt Stig Rømer Winther upp, at gera hesa samanleggingina. Hann mælti til at feðraráðini og hesir báðir felagsskapirnir, Samik og Fitur, verða løgd saman í ein felagsskap.

Tað hevur fleiri fyrimunir við sær, sigur hann. Eitt nú verður bara ein stjórn, sum ferðast minni enn tríggjar. Bara har eru pengar at spara, sigur Stig Rømer Winther.

Og tað verður eisini nógv lættari at yvirskoða, hvørji tiltøk verða stuðla, tá alt er á sama borði, vísir hann á.

Hann sigur, at uppskotið varð positivt móttikið av føroyingum. Bæði stjórin í Feðraráðnum, Heri Niclasen, og Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, tóktust vera fyri tí, meðan íslendingar ikki tóku undir við tí, sigur grønlendski ferðavinnustjórin.


Bryggen og Hetland

Eiaini onnur nýhugsan hevur verið frammi á ferðavinnustevnuni Vestnorden Travel Mart í Ilulissat. Eitt nú at leggja eina messu í København og at byggja samstarvið út til eisini at umfata hetlendsku ferðavinnuna.

Skotið er upp, sigur Stig Rømer Winther, at leggja ferðavinnustevnuna í København í 2003. Uppskotið er komið úr Føroyum, sigur hann.

Hetta er sama ár, sum Norðuratlantiska Bryggjan, sum felagstiltakið har verður nevnt, letur upp. Ætlanin er ikki at hava stevnurnar permanent í København, men bara royna tað hesa einu ferðina fyri fyrst.

Tað kann hava nógvar fyrimunir við sær, væntar grønlendski ferðavinnustjórin, sum fær undirtøku frá fleiri teirra, sum luttøku á stevnuni í Ilulissat. Teir vísa á, at tað eigur at fara at verða lættari at fáa fólk á messuna, tí hon tá liggur nógv nærri til vanliga kundanum, sum fyri stóran part er europeari.

Men tað er ikki bara undirtøka fyri hesum, sigur Stig Rømer Winther, hóast bæði føroyski og grønlenski ferðavinnustjórin taka undir við tí. So her man tíðin fara at vísa, hvussu leikur fer.

Sjálvur sær hann stórar fyrimunir í at hava eina felags skrivstovu í Keypmannahavn, har londini kundu stuðla hvørjum øðrum á mangan hátt, hóast fíggingin varð hildin hvør sær.

Men ikki er líkt til, at hann fær undirtøku fyri hesum, væntar hann, tí hvørki føroyingar ella íslendingar tykjast hava tann øgiliga stóra áhugan fyri hesum.

Eisini varð havt frammi at fara undir neyvari samstarv við Hetlendsku ferðavinnuna og møguliga fáa Hetland upp í útnorðursamstarvið.

Eisini hetta er mál, sum komið er úr Føroyum og sum fer at gagna føroysku ferðavinnuni mest, um tað verður til nakað.

Íslendingar fáa kanska eitt sindur burtur av, meðan tað als ikki kemur at ávirka grønlendsku ferðavinnuna, sigur grønlendski ferðavinnustjórin, sum tó leggur dent á, at hann stuðlar uppskotinum og fegin tekur undir við, at hetlendigar eisini koma upp í samstarvið.









-