Arbeiðið at gera Sandoyartunnilin gongur sera væl. Ein stórur partur av teimum, sum hava arbeitt í Skálafjarðartunlinum, arbeiða nú í Sandoyartunlinum.
- Tað vísir seg, at umstøðurnar eru sera líkar teimum í Skálafjarðartunlinum, og arbeiðið gongur væl, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í Eystur- og Sandoyartunlunum.
Hann greiðir frá, at mánadagin var arbeiðið í Sandoyartunlinum komið so langt, at man hevði borað 58% av teininum.
- Gongur tað framhaldandi við somu ferð, so vænta vit, at tað verður skotið ígjøgnum um eitt ár, sigur Teitur Samuelsen.










