Skjóta fyrsta skotið um tvær vikur

Tey, sum búgva í Dali koma nú eitt lítið fet nærri at fáa tunnilin, tey hava longst eftir í meiri enn ein mansaldur

Um tvær vikur er ætlanin at skjóta fyrsta skotið til tunnilin til Dals. Tað upplýsir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt landsstýrismannin, hvat røkist fyri at fáa gongd á arbeiðið at gera tunnilin til Dals.

Jørgen Niclasen sigur, at fyrireikingarnar eru gjørdar og í næstu viku verður útgerðin at bora tunnilin við, flutt suður í Sandoynna. Og hann sigur, at eftir ætlan verður fyrsta skotið latið av í fyrstu viku í november.

Tað er tunlasjakkið hjá Landsverki, sum skal gera tunnilin og endamálið er so at lukkast at bora einar 100 – 200 metrar í ár. Níggju milliónir krónur eru tøkar at arbeiða fyri í ár og fyrireikingarnar eru farnar við einum stórum parti av tí. Á fíggjarlógini fyri næsta ár er eisini ætlanin at seta níggju milliónir av til arbeiðið og fyri ta upphæddina, kann Landsverk bora einar 350 metrar næsta ár.

Skal fígging verða til at arbeiða alt árið, skulu 20 milliónir setast av um árið og fyri tað fær Landsverk bora einar 750 metrar og so fer tað at taka trý ár at bora tunnilin, og eitt ár at gera vegir og at gera hann kláran at taka í nýtslu.

Verða níggju milliónur settar av um árið, fer tað at taka sjey ella átta ár til tunnilin kann takast í nýtslu. So hóast fyrsta skotið verður latið av um tvær vikur, verður tað ikki enn á sinni, at tað verður koyrandi ígjøgnum hann.