Hósdagurin verður ein stórur dagur hjá sandoyggjafólki, tí hetta verður dagurin, tá fyrsta almenna skotið verður latið av fyri inntakinum til Sandoyartunnilin í Traðardali á Sandi.
Tað er ein tíð síðan, at sjálvur arbeiðsvegurin niðan til ætlaða tunnilsmunnan varð gjørdur, og hósdagin verður so fyrsta almenna skotið latið av til sjálvt inntakið í Traðardali.
In.fo hevur í morgun roynt at fáa eina viðmerking frá Teiti Samuelsen, stjóra í P/F Eystur-og Sandoyartunlar, men tað hevur ikki eydnast.
Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Henrik Old, er fáorðaður, tá vit spyrja hann um, hvat fer at henda hósdagin, men hann sigur, at honum kunnugt byrjar tiltakið á Sandi klokkan 14.