Skjót ryggviðgerð er góð íløga

Ein av fyrtu mánaðunum næsta ár letur upp ryggambulatorium á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Við at geva fólki við ryggjtrupulleikum hjálp beinanveg slept undan fleiri skurðviðgerðum. Nógvur peningur er at spara, sigur Jákup Petersen, yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Við teimum privatu sjúkrahúsunum í grannalondunum er talið av ryggjskurðviðgerðum økt, tí lættari er at sleppa ftramat. Hetta er skeiv gong, halda heilsustýrini í londunum.
Hetta hendir, sjálvt um grannalondini hava ryggambulatorir við endamálinum at veita fólki hjálp, so tey seinni ikki noyðast at verða løgd undir skurð.
Heilt nógvir føroyingar fara niður at fáa skurðviðgerð fyri eitt nú diskosprolaps og aðrar sjúkur í rygginum.
Hetta eigur ikki at vera neyðugt so ofta, helt Jákup Petersen, sum fór til Heilsumálaráðið við hugskotinum um at stovna ryggambulatorium á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Væl dámt
- Bæði Aksel Johannesen, landsstýrismaður og Landssjúkrahúsið tóku væl ímóti hugskotinum, tí øll duga at síggja, hvussu nógv ílegan kann geva aftur, sigur Jákup Petersen.
Hann sigur, at ein stórur partur av fólkunum, sum hava trupulleikar við rygginum, kundu sloppið undan skurðviðger, um tey bara fingu røttu viðgerðina í góðari tíð. Tíverri hendir tað ofta, at fólk ikki fara til lækna við sínum trupulleikum, fyrr enn ov seint, og brekið er vorðið verandi.
- Sjálvandi verða altíð nøkur, sum ikki kunnu sleppa undan skurðviðgerð, men við einum ryggambulatorum kundu vit hjálpt nógvum uttan at skurðviðgera tey, sigur Jákup Petersen.

Nógv at spara
Tað verður ein stór sparing fyri samfelagið, tá ið ryggambulatoriið kemur í gongd. Tað slepst ungan longri sjúkrameldingum, skurviðgerðirnar kosta nógv, og tað kostar somuleiðis nógv at senda sjúklingar við ella uttan fylgjarar til Danmarkar.
Aftrat tí kemur alt tað menniskjaliga við at sleppa fólki undan at verða løgd undir skurð.
Tað hevur eitt sindur av útreiðslum við sær at seta ryggambulatorum á stovn. Nakað av útgerð krevst, og nakað skal brúkast til útbúgving av starvsfólki.
- Men tann íløgan kemur fleirifaldað innaftur, sigur Jákup Petersen.
Á ryggambulatoriinum fara at arbeiða giktalæknar, fysioterapeutur og ein ortopedur.
Jákup Petersen er einasti lækni, sum í Føroyum ger ryggskurðviðgerðir, og hann skal seta ambulatoriið í gongd.
- Aksel Johannesen, landsstýrismaður og eg eru samdir um, at ambulatoriið skal byrja ein av fyrstu mánaðum í komandi ári, sigur Jákup Petersen.