Spurningurin um vit eru í ella eru ávegis eini strategiskari kreppu gerst alt meira átrokandi. Nakrar av mest týðandi inntøkukeldum okkara eru hóttar og okkara evni til at fasthalda arbeiðsøki, sum onnur bardust fyri at vinna okkum, hava hesi seinastu árini ikki víst seg at vera góð. Vit gera minni og umsita meira, har ynskiliga gongdin var tann øvugta.
Kjakið um fremmandan kapital er kanska týðuligasta dømi um, hvussu illa er statt. Hóast nógv hevur verið tosað um fremmandan kapital til Føroyar, havi eg einki frætt um nakað tos um evnini hjá okkum í Føroyum at gera íløgur í øðrum londum. Hetta hóast ein slik javnvág er ein tann mest týðandi "indikator" (talfest ábending) um evnini at standa seg í altjóða kappingini.
Treyðugt so, fleiri prosjekt eru eisini, sum onkursvegna hava til endamáls at vinna okkum nýggj øki at arbeiða á. Men sum við allari menning skal rúm vera fyri bæði skeivleikum, tíðarmissi og nógvum prosjektum, sum miseydnast. Harafturat tykist sum slík prosjekt hava tað til felags, at onkursvegna møta tey initiativ-køvandi atferð har inititativ mennandi atferð er ynskilig. Sæð við teimum eygunum eru vit illa fyri í løtuni.
Um so er, at vit eru í ella eru um at falla í eina strategiska kreppu, hvørji eru so hyggjuráðini og hvør kann taka stig til at venda gongdini? Stórir spurningar, sum eru truplir at svara. Svarið liggur í okkum, sum búleikast á hesum klettum og kemur til sjóndar um nøkur ár, sum úrslit av tí, vit gera í dag. Men tað ber til at siga nakað við skili nú.
Felagsskapurin
Undir Irak krígnum hoyrdu vit Bush forseta endurtaka orðið "Coalition" (t.e. "vit sameindu") ferð eftir ferð. Tað er ein dýrt keyptur lærdómur hjá mannaættini, at sjálvdráttur kann í besta føri vera nyttuleysur - oftast beinleiðis skaðiligur. Felagsskapurin, VIT, er ein fortreyt fyri veruligum framstigum. Megin í felagsskapinum er høvuðsorsøkin til at eitt demokrati er so sterkt samanborið við diktatur av ymsum slagi.
Fyri eitt lítið land sum Føroyar, er hesin felagsskapurin altavgerandi. Fólk, sum á einhvønn hátt melda seg sjálvi út úr felagsskapinum skulu gera sær greitt, at tey eru við til at gera landið meira "gumpu-tungt" og alt eftir formligari og sosialari positión kunnu sjálvt heilt fá fólk vera við til at gera landið so tungt, at framstig eru at kalla ómøgulig at fremja. Vanligastu mátarnir at melda seg úr felagsskapinum er ósannindi og ósonn atferð ella ikki at átaka sær ábyrgd samsvarandi formligari ella sosialari positión.
Leiðslan
Tey, sum fylgdu við BBC í Irak krígnum hoyrdu amerikanska herleiðaran Brooks nýta vendingina, at teir við sínum atsóknum skerdu møguleikarnar hjá irakum at leiða og samskifta ("we reduce their means of control and communication").
Fyri tann óroynda kundi helst tykjast løgið, at tað hevur so stóran týdning at skjóta ein stjórnarbygning her og eina sjónvarpsstøð har. Men tann royndi veit, at styrkin hjá felagsskapinum er treytaður av leiðslu og samskifti.
Møguleikarnir, viljin og evnini til við skili at hevja seg uppum smálutirnar og samstundis vita, hvørjir smálutir kunnu fáa avgerandi týdning og at seta kós og ferð í teim ymsu tiltøkunum og at gera hetta í einum tøttum samskifti við felagsskapin - tað er at leiða.
At nýta møguleikarnar, at seta sær uppgávur fyri, viljin og evnini at gjøgnumføra hesar uppgávur og viljin og evnini at gera tað saman við øðrum - hetta er setningurin hjá tí einstaka, sum ynskir at geva sítt íkast til framstig í landi sínum.
Alt eftir formligari og sosialari positión hava vit møguleika til at geva okkara íkast til ta felags uppgávu, at "bera førniningin longur fram á vegin", sum Heðin Brú tekur til. Øll hava møguleika at geva sítt íkast til leiðsluna í landinum og øll hava eisini møguleika til at gera landið meira "gumpu-tungt". Alt eftir formligari og sosialiari positión hava summi møguleika til at forða menning á heilum málsøkjum. Men eingin hevur møguleika at lyfta eini menningaruppgávu einsamallur. Millum annað tí ber til at siga, at leiðslulæran og maktlæran stríða móti hvørji aðrari og kunnu ikki sameinast.
Commitment
Commitment er fremmant orð og hóast orð eru í uppskoti bæði formliga og óformliga, so havi eg higartil ikki hoyrt nakað, sum gevur sama týdning sum hetta fremmanda heitið í hesum samanhangi. Danir nýta orðingina "Fælles forpligtelse", sum rakar rættiliga væl. Besta dømi um commitment er helst frá hjúnabandinum, har tvey gera av at átaka sær lívið saman - í góðum og ringum.
At binda seg til uppgávuna. At gera sítt besta, viljin til at flyta seg og skipa seg saman við øðrum, viljin til at lata nakað av sær sjálvum og sínum egna til felagsskapin. Hetta er ein fortreyt fyri veruligum framstigum.
Hvør einstakur hevur sína ábyrgd tá ið talan er um felagsskapin og tá ið talan er um leiðsluna. Í báðum teimum førunum hava summi formliga og sosiala positión, sum leggur størri ábyrgd á tey enn hini. Við commitment eru øll líka. Øll hava eins ábyrgd og ein persónur telur fyri ein persón, um tað er Winston Churchill ella tað er Fossadun ella Palliba. Annaðhvørt geri eg felagsskapin meira lívføran ella geri eg felagsskapin meira "gumpu-tungan".
Hvat og hvør?
Soleiðis sum eg síggi gongdina her á landi samanborið við gongdina í øðrum londum er spurningurin um vit fella í eina strategiska kreppu nú komin so nær á okkum, at vanligi borgarin má átaka sær sína veljaraábyrgd og harvið opna møguleikunum hjá politisku skipanini at taka neyðugu stigini. Trupulleikarnar fyri framman síggi eg ikki bara sum "vánaligar konjunkturar".
Soleiðis sum støðan er í løtuni ivist eg ikki í, at veljarin má venda sær til felagsskapin, venda sær til felags tiltøk føroyskum virksemi at frama og lata frá sær ein part av ynskinum um egnar fyrimunir. At løgtingsval er útskrivað er helst ein týðandi fyrimunur í hesum sambandi, hóast orsøkin til valið kanska er ein onnur. Hetta kann t.d. vera viðvirkandi til at eintáttaða endamálið við samgonguni sum "fullveldis samgongu" verður slept og kann geva rúm fyri størri áherðslu á praktisku evnini hjá okkum í Føroyum at virka í altjóða samfelagnum.
Lítil ivi er um, at uppgávan formliga kemur at liggja á komandi løgmanni og komandi fíggjarmálaráðharra í felag. Útseta hesir uppgávuna til næstkomandi samgongu um eini fýra ár, er ikki vist, at tað verða føroyskir veljarar, sum koma at hava størstu ávirkan á gongdina. Vit kunnu eisini siga tað øðrvísi. Royndu vit fyri tíggju árum síðani, tá ið veruleikin kring okkum vísti gongdina, sum vit eru í, høvdu vit væl fleiri møguleikar at velja ímillum, enn vit hava í dag.
Tað er neyvan heldur ivi um, at tey, sum skulu fáast við at strika fyrstu strikurnar á blanka pappírinum, skulu hava rættiliga fríar hendur. Ein arbeiðssetningur kundi verið: "Rækjuvinnan, flakavinnan og alivinnan í kreppu - hvat so?"
Stórt meira vita vit neyvan um, hvørji hyggjuráðini eru. Men tað er eisini nóg mikið í fyrsta umfari. Felags ábyrgd av felagsskapinum, felags ábyrgd av leiðslu og samskifti og felags commitment í sambandi við vinnuligu menningina í landinum og evnini hjá Føroyum at virka í einum globaliserandi heimi.
Komandi løgmaður og komandi fíggjarmálaráðharri mega so ella so seta sær fyri at geva føroyska samfelagnum tann íblástur, sum krevst, til tess at fólkið skal gera sítt ítarsta at finna nýggjar leiðir at ganga ella at traðka gomlu gøturnar øðrvísi og meira kappingarført. Hjá tveimum ítøkiligum persónum á ovastu rók verður avbjóðingin so at seta kjøt og blóð á tey átøk og tær prosessir, sum kunnu veita hendan íblástur.