Napolion Magnussen
??????????????????
Eg, eins og nógv onnur, varð ikki sørt illur eftir at hava sæð »kjakið« um fíggjarlógaruppskotini, har tveir journalistar sluppu at útfolda seg.
Katrin, var eg stjóri í sjónvarpinum, ja so fekk tú fótin í gumpin eftir hasa subjektivu stýringina, hatta var undir alt lágmark! 5-1 í minnuttum til Høgna ímóti Bárði. Og so tíðindaleiðari afturat, harragud! Forstandi ikki Johnsigurd, Boga og tey, at tey ikki reka teg á dyr.
Og so Høgni: Eg vil siga tað soleiðis, at leyp Marjus Dam fram av hinaferðina, ja so er tín skomm væl størri, tú fekk spýggjuna upp í hálsin á hyggjarunum. Hjá Mariusi var hóast alt okkurt at flenna eftir.
Tit sótu í seks ár og klandraðust, ímeðan pengarnir róku á land, Teir blivu oystir út í alment forbrúk, millum annað til at seta tjóðveldisakademikarar, ið høvdu lisið í Danmark, í starv. Tá so skuldi strammast í, so komu tit út til Palleba við avgjøldum. Tit skaffaðu ikki eina einastu nýggja vinnu ella eitt einasta nýtt vinnuligt bein at standa á. Og vit kundu ramsa meiri upp.
Tað minsta tit kundu gjørt varð at latið eitt nýtt landstýri fingið frið til at komið í gongd. Arbeiðsfrið, sum tit ongantíð høvdu, tí tað spøkti undir tykkum í seks ár. Og tað var helst sama spøkilsi, ið fekk sinnið í kók hóskvøldið og meg at skriva hesi orð.










