Skjót ikki boðberan

Tá ið pedofilgreinirnar hjá Ekstrabladet komu á gøtuna fyri nøkrum døgum síðani, vóru fólk skjót at døma boðberan - tabloidblaðið Ekstrabladet - fyri at verða óseriøst og ikki álítandi.


Kann verða at summar tabloidir hava uppiborið hetta (dømi eru brittiska News of the World og føroyska Oyggjatíðindi). Men ger ikki mistakið at skera allar yvir ein kamb. Tabloidirnar eru mangan tann miðil, sum grevur djúpast, har ongin annan torir, og sum prentar teir sannleikar, ið broyta samfelagið til tað betra.


Eg eri von at verja tabloidpressuna, tí eg sjálv havi arbeitt fyri bæði Expressen og Aftonbladet, sum eru líknandi Ekstrabladet og BT (tó er svenska tabloidpressan tíbetur frí fyri nakin konufólk).


Eitt, sum eg lærdi meg hesi árini, var, at ongin kannar sínar søgur so væl sum tey blaðfólk, sum arbeiða á tabloidinum. Vita tit hví? Jú, tí tey eru von við at fólk seta spurningar við teirra trúvirði.


Eg lærdi meg eisini, at yvirskriftir sum "Færøerne - pedofilernas paradis" selja - tí skriva tabloidirnar tað. Eg sigi ikki, at tað er rætt ella serliga seriøst, men tabloidirnar liva av at selja síni bløð, og tá mugu yvirskriftirnar verða hvassar, so at lesarin steðgar upp og verður forvitin.


Míni ár á tabloidpressuni gjørdust fýra, og tað eru helst árini, tá eg lærdi mest um journalistikk yvirhøvur. Eg eri glað fyri at sleppa frá at forsvara mítt arbeiðspláss dag og dagliga. Men tá týdningarmiklar greinarøðir sum tann í Ekstrabladet koma á breddan, vaknar tann síðan í mær aftur. Tí tabloidirnar eru ikki bara fullar av sex og harðskapi. Tað er kanska tað, sum sæst best, men aftan fyri er nógvur góður journalistikkur, ið avgjørt er verdur at lesa og virða.