Skjálvtin tók eitt ættarlið

Í pakistanska býnum Balakot vórðu tveir skúlar javnaðir við jørðina

- Vit hava mist eitt heilt ættarlið, sigur talsmaðurin hjá pakistanska herinum.
Hann sipar til býin Balakot, har ein dreingjaskúli og ein gentuskúli vórðu javnaðir við jørðina í tí harða jarðskjálvtanum.
Mánadagin eydnaðist tað bjargingarliðunum at bjarga fýra børnum á lívi undan toftunum, men tá høvdu bjargingarliðini grivið hundrað lík undan toftunum av dreingjaskúlanum og 30 í gentuskúlanum.
Eitt umboð hjá einum norskum hjálparfelagsskapi greiddi í gjár frá, at støðan í Balakot var ræðulig. At kalla allur býurin var javnaður við jørðina, og uttan fyri teir báðar skúlarnar stóðu grátandi foreldur. Fleiri høvdu verið eftir spaka og øðrum amboðum, men tað var vónleyst at gera nakað, tí skúlarnir vóru úr betong, og tí var neyðugt at fáa maskinur til at grava. Men hjá teimum flestu var tað longu ov seint.
Í gjár søgdu pakistonsku myndugleikarnir, at minst 20.000 fólk doyðu í jarðskjálvtanum. Pakistanskir embætismenn vildu vera við, at talið man vera um 40.000, men fleiri fjølmiðlar siga, at tað veruliga talið helst er umleið 90.000.
Hildið verður, at umleið fýra milliónir fólk eru vorðin heimleys, og at umleið 120.000 teirra eru so illa fyri, at tey mugu fáa okkurt at búgva í beinanvegin. Túsundtals fólk sova undir opnum himli um næturnar, og í teimum pakistonsku fjøllunum kemur hitin niður í umleið tvey stig hesa tíðina á árinum.
Pakistonsku myndugleikarnir bóðu í gjár altjóða samfelagið um meiri hjálp. Ein talsmaður hjá myndugleikunum segði, at vanlukkan er ovurstór, og at tað tí er tørvur á ovurstórari hjálp.