Skive leigar Jákup Thomsen

Føroyski U-21 landsliðsleikarin fær komandi hálva árið royndir í næstbestu donsku deildini

Ungi og evnaríki føroyski áleyparin, Jákup Thomsen, sum í seinastu viku skrivaði undir ein nýggjan fimm ára sáttmála við FC Midtjylland, er í dag leigaður út.

 

Tað er Skive úr næstbestu donsku deildini, sum hevur leiga evnaríka føroyska áleyparan.

 

Við Tv2 fyrr í dag vónaði Claus Steinlein, ítróttarstjóri í FC Midtjylland, at felagið kundi leiga onkrar av sínum evnaríku ungu leikarum út til Skive, sum er eitt slag av einum samstarvsfelagið hjá FC Midtjylland.

 

Tað er síðani eydnast, tí stutt eftir samrøðuna við ítróttarstjóran, boðaði Skive frá at felagið hevði leiga føroyska Jákup Thomsen, umframt danska Anders Hagelskjær í FC Midtjylland.

 

Leigusáttmálarnir hjá teimum báðum eru galdandi fram til summarfrítíðina.