Hóast Eurovision-finalan fekk nógvar føroyingar og milliónatals europearar at verða sitandi djúpt í sofuni í tímavís í gjárkvøldið, var tað ikki alt, sum kom fyri eyguni á mongu hyggjarunum.
Bara í gjárkvøldið blivu fakdómararnir í tveimum londum, Makedonia og Montenegro, kolldømdir av ókendum orsøkin, tí teirra atkvøður sluppu ikki at telja við, eftir at okkurt slag av sviki var avdúkað. Í teimum báðum londunum taldu bara telefonatkvøður frá hyggjarunum við.
Og hóast samlaða úrslitið bleiv, at Måns Zelmerlöv og Svøríki vunnu samanlagt, so vóru úrslitini hjá lurtarunum og fakdómarunum slett ikki tey somu, og høvdu bara lurtararnir átt avgerðina, hevði Italia vunnið og Svøríki blivið nummar trý.
Høvdu hinvegin fakdómararnir einsamallir rátt fyri úrslitinum, hevði Svøríki framvegis vunnið, men Italia bara blivið nummar seks, vísa upplýsingar frá EBU, sum skipar fyri Eurovision-finaluni.
"Plantað" søgur um Svøríki
Hartil kemur so, at EBU-stjórin, Jarmo Siim, er avdúkaður fyri at hava roynt at fingið tíðindafólk at skrivað keðiligar søgur um svenska Eurovision-vinnarasangin, "Heroes", tí hann helt, at "Svøríki var ov stórur favorittur".
Tað er eitt grikskt blað, sum hevur avdúkað, at Jarmo Siim umvegis sína Facebookkonto hevur roynt at "plantað" søgur um, at svenski sangurin var kopi av einum øðrum sangi og ymiskt annað.
Sjálvur hevur Jarmo Siim ikki viljað avsannað sín óhepna leiklut, men hevur bert vart seg við, at hann "mintist ikki" nakað av tí, hann verður lagdur undir, tá svenska Aftonbladet royndi at fáa eina viðmerking frá honum longu fríggjadagin.










