Skipsvanlukka í Norðsjónum

Ein skipsvanlukka har suðuri í Norðsjónum í gjárkvøldið hevur eftir øllum at døma kravt 11 av manningini á farmaskipinum Baltic Ace mannalív. Fýra eru funnin deyð, og sjey eru ikki komin afturíaftur.

Baltic Ace sakk eftir samanstoyt við eitt bingjuskip góðar 30 fjórðingar úr niðurlendsku strondini. 24 fólk vóru umborð á Baltic Ace, og 13 teirra vórðu bjargað í land. Niðurlendsku bjargingarmyndugleikarnir siga, at teir hava ikki góðar vónir um at finna fleiri á lívi.

Bingjuskipið fekk eisini skaða av stoytinum, men kundi kortini hjálpa við bjargingini.

Tað er ikki greitt, hví samanstoyturin hendi, og sambært niðurlendsku sjóverjuni var veðrið rímilga gott.

Tað 148 metrar langa Baltic Ace hevði fulla last av bilum.